Wacken Open Air

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wacken Open Air festivalurin í 2005

Wacken Open Air (W:O:A) er tann størsti metalfestivalurin í Evropa og hevur verið hildin síðan 1990. Festivalurin verður hildin í einari bygd í Týsklandi, sum eitur Wacken í Schleswig-Holstein í Norðurtýsklandi. Í 2007 vóru 60000 vitjandi á festivalinum og tilsamans 72000 luttakandi, íroknað starvsfólk. Áskoðararnir koma úr øllum heiminum.[1]

Festivalurin er vanliga í august og varir í tríggjar dagar, har festivalgestirnir hava møguleika fyri at seta telt upp á einum stórum teltplássi, sum liggur rundan um festivaløkið. Í tríggjar dagar eru so konsertir við umleið af 60 ymiskum tónleikabólkum, sum framføra á 4 ymiskum tónleikapallum. Í 2008 luttóku 71 orkestur.

Á konsertunum verður eitt nú tónleikur sum power metal, deyðsmetal, svartmetal, fólkametal og gothic metal at hoyra.

Av kendum útlendskum tónleikabólkum, sum hava framført á W:O:A, er Dimmu Borgir, Twisted Sister, Saxon, Warlock, Satyricon (saman við Nocturno Culto frá Darkthrone), Nightwish, Motörhead, Blind Guardian, Helloween og Gamma Ray. Føroyskir tónleikabólkar hava eisini framført á Wacken Open Air, eitt nú Týr og Hamferð. Í Føroyum hevur ein Wacken Battle Føroyar kapping verið hildin síðan 2012.[2] Vinnarin av kappingini sleppur at framføra á Wacken Open Air og at luttaka í Wacken Metal Battle. Í 2012 vann føroyski bólkurin Hamferð fyrst føroysku kappingina, Wacken Metal Battle Føroyar, og síðan vunnu teir eisini sjálva kappingina í Týsklandi Wacken Metal Battle, sum er ein kapping, ið fer fram meðan W:O:A er. Í 2013 verður tað føroyski bólkurin SIC, ið sleppur at framføra á W:O:A, tí hann vann Wacken Metal Battle Føroyar.

Wacken Open Air 2012[rætta | rætta wikitekst]

Wacken Open Air 2012 var hildið frá hósdegnum 2. august til leygardagin 4. august.

Rain Shatter Band from Guadalajara, México. In the Bullhead City Circus Stage W:O:A 2012
Bands Confirmed So Far

Agro
Amaranthe
Amon Amarth
Athonite
Aura Noir
Axel Rudi Pell
Broilers
Chthonic
Circle II Circle
Coroner
Corpse Garden
Cradle of Filth
Crimes of Passion
D-A-D
Danko Jones
(tala)
Dark Funeral
Darkest Hour
Dead by April
Decapitated
Delain
Devil's Note
Diablo Swing Orchestra
Dimmu Borgir
(við orkestri)

Djerv
Dødheimsgard (avlýst)
D.R.I.
Edguy (surprise act)
Electric Wizard (avlýst)
Eisenherz
Endstille
Eschenbach
Gamma Ray
Gehenna
Ghost Brigade
Graveyard
Hamferð†‡
HammerFall
(Anniversary Show)
Henry Rollins
(spoken word)
In Extremo
In Flames
Insomnium
Kamelot
Kylesa
Leningrad Cowboys
Machine Head

Manimals
Manticora
Massacre
MindthreaT
Ministry
Moonspell
(akkustiskt show)
Napalm Death
Nasum
Oomph!
Opeth
Overkill
Paradise Lost
Rain Shatter(México)
RavenBlood
Red Fang
Riotgod
Sacred Reich
Sanctuary
Saor Patrol
Saturnian
Saxon
Schandmaul

Scorpions
Sepultura feat. Les Tambours du Bronx
Sick Of It All
Six Feet Under
Suffocated [3]
Suicide Silence
Sylosis
Testament
The Black Dahlia Murder
The BossHoss
The Falling [4] (Kina)
U.D.O.
Unearth
Vogelfrey
Volbeat
Warbringer
Warrior Soul
Watain
WBTBWB
Winterfylleth
Wölli & Die Band Des Jahres
Yaksa[5]

† - Metal Battle 2012 finalistar, †‡ Metal Battle 2012 vinnari

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. W:O:A – Wacken Open Air : W:O:A 2007 – Statement
  2. Tutl.com
  3. Suffocated
  4. The Falling
  5. Yaksa