Vivian Maier

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vivian Maier
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. feb 1926 í/á New York City
Andaðist 21. apr 2009 í/á Chicago
Starv myndatakari, wet nurse, nanny
Mál Enskt mál
Heimasíða https://www.vivianmaier.com
Dátuheiti
ISNI 0000000118482085
VIAF 169612723
LCAuth no2012018375
IMDB nm6381264
Commons Vivian Maier
Mynd tikin á "Finding Vivian Maier: Chicago Street Photographer"-framsýningini í 2011

Vivian Dorothea Maier (fødd 1. februar 1926, deyð 21. apríl 2009) var ein amerikonsk/fronsk myndakvinna, sum varð fødd í New York, USA, men lutvíst vaks upp í Fraklandi. Foreldur hennara vóru franska Maria Jaussaud og eysturríkski Charles Maier. Hon arbeiddi í umleið 40 ár sum barnagenta í Chicago, Illinois, og samstundis tók hon meira enn 150.000 myndir í frítíðini, og meðan hon gekk túrar við børnunum, ið hon ansaði. Myndirnar eru fyri tað mesta tiknar í gøtunum í New York, Chicago og Los Angeles. Eitt skifti fór hon út í onnur lond at ferðast og var burturi í fleiri mánaðir. Hon tók nógvar myndir á túrinum. Fleiri myndir eru eisini tiknar í Fraklandi.[1]

Myndir hennara vóru ókendar, meðan hon var á lívi, og ein stórur partur av teimum vóru ongantíð framkallaðar. Myndirnar gjørdust ikki kendar fyrr enn eftir at ein søgufrøðingur og savnari úr Chicago, John Maloof, kom fram á myndirnar í 2007. Hann visti í fyrstani ikki, hvør ið hevði tikið myndirnar, men tað eydnaðist honum so við og við at finna fram til hvør ið hevði tikið tær, og hann fann eisini fram til ymisk fólk ið hon hevði arbeitt hjá og børn ið hon hevði ansað og sum nú vóru blivin vaksin. Hann náddi tó ikki at finna fram til Vivian Maier sjálva, fyrr enn stutta tíð eftir at hon var deyð, tá hann fann fram til eina lýsing ið boðaði frá, at hon var deyð. Myndirnar eru blivnar kendar[2][3] og eru framsýndar í fleiri ymiskum londum í Norðuramerika, Vesturevropa og Asia og eru publiseraðar í nógvum greinum kring allan heimin.[4] Fleiri bøkur eru skrivaðar og dokumentarfilmar eru gjørdir um lív og verk hennara.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. “Vivian Maier: A Life Discovered” hosted by Tim Roth at the Merry Karnowsky Gallery in Los Angeles.
  2. bbc.co.uk Heitið: Vivian Maier: A life's lost work seen for first time, skrivað hevur: Katie Beck
  3. "Vivian Maier", Chicago Tonight, broadcast by WTTW, December 22, 2010. Retrieved on January 4, 2011
  4. "Exhibitions | Vivian Maier". Vivianmaierprints.com. 2013-09-14. http://vivianmaierprints.com/exhibitions/. Heintað 2014-05-26.