Vinnuhúsið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Vinnuhúsið (House of Industry) er eitt hús og ein ráðgevandi eind, sum umboðar og arbeiðir fyri at menna vinnulívið í Føroyum. Orðið Vinnuhúsið verður brúkt sum felagsnevnari fyri feløgini, sum í dag eru við til at mynda virksemið í húsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur húsið saman við Havnar Handverksmeistarafelag. Tað er tó Arbeiðsgevarafelagið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum, og øll hini vinnufeløgini gjalda fyri at vera við í felags umsitingini. Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum leggur linjurnar fyri arbeiðið í Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið veitir ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar og í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Vinnuhúsið veitir eisini ráðgeving til byggivinnuna og til vinnugreinafeløg og teirra limir. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum.[1]

Feløg undir Vinnuhúsinum[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Industry.fo, Starvsfólk". http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=8. Heintað 2011-08-29. 

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]