Veðurmerki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Veðurmerki er tekin ella merki, ið kann eygleiðast í náttúruni, og sum var hildið at geva ábending um veðurlagið. Tað kundi vera at eygleiða, hvussu kríatúr bóru seg at, t.d. at seyður stoytir uppundir kulda, ella tað kundi vera at meta um komandi árstíð eftir hvussu veðrið roynist ein ávísan dag, t.d. at sum fyrsti hundadagur er, soleiðis fer summarið at vera.

Veðurmerki knýtt at døgum:

  • sum fyrsti hundadagur er, soleiðis fer summarið at vera.

Veðurmerki knýtt at djórum:

  • Tá seyður stoytir, er kuldi væntandi.
  • Tá ketta vaskar sær upp um oyruni, er regn væntandi