Veður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Polarlicht.jpg

Veður er, hvussu veðurlagið er stutta tíð. Veðurlag er vanliga veðrið á víðum øki, alt eftir árstíðunum. Um okkara leiðir broytist veðrið mangan brádliga. Góðan sólardag kann hann brádliga loysa avfallið, ella myrk skýggj taka seg upp á luftina, og hann brennur á við illveðri. Stutt eftir kann vera ein skái ella stilli. Men í hitalondum er støðuveður í nógvar mánaðir. Har eru turrtíð og regntíð, men altíð heitt. Sólin ger veður um allan heim. Sólarhitin ger vind og ger vætu til guvu, sum verður skýggj og síðan avfall. Sólargeislarnir stava steyrrættir niður á miðkring, og tí verða geislarnir á hvørjum ferkilometri fleiri enn norðari og sunnari á jarðarknøttinum. Tí er heitast um miðkring. Sólarhitin er so nógvur, at uppi yvir oyðimørkini Sahara legst hitatám úr vatni, ið guvar burtur.