Vágs kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vágs kirkja
Altarið og altartalvan í Vágs kirkju
Konsert í Vágs kirkju 30. september 2012 við Guðrun Sólju Jacobsen og Niels Balle Project

Vágs kirkja er føroysk fólkakirkja suðuri í Vági. Kirkjan varð vígd 19. februar 1939, grundarsteinurin varð tó lagdur longu í 1927. Kirkjan er mitt í bygdini, hon liggur við høvuðsvegin Vágsveg beint við Vágs Skúla. Kirkjan er olmussukirkja, tað vil siga, at tá fólk eru í neyð kunnu tey lova olmissu til kirkjuna í Vági, sum eisini verður nevnt í Grindavísuni. Vers 22: “Jesus give, hun måtte dø, og Gud beskære os lykke; til kirken i Våg på Suderø, jeg skænker et altersmykke!”[1] Í kirkjuni eru 4 vindeygu við glasmálningum, sum siga søguna um Jesus. Tað var Ernst Trier, sum málaði glasmálningarnar í 1959.

Altartalvurnar[rætta | rætta wikitekst]

Í Vágs kirkju eru tvær altartalvur. Tann eina hongur uppi yvir altarinum, Th. Wegener málaði hana í 1864. Hon hekk í kirkjuni á Kirkjukletti, áðrenn henda kirkjan varð bygd. Kirkjan á Kirkjukletti varð síðan tikin niður og bygd uppaftur í Hovi. Altartalvan frá 1864 var keypt fyri gávur sum vóru komnar til kirkjuna. Hon kostaði 232 Rdlr 29 sh. Ramma er gjørd rundanum. Niðast stendur við gyltum bókstavum "Søger først Guds rige". Myndevnið er: "Jesus talar til kirkjuliðið". Ein uppaftur eldri altartalva er eisini í Vágs kirkju. Hon hongur á vegginum beint við prædikustólin. Kirkjan á Kirkjukletti varð sýnað í 1729, og tá bleiv skrivað, at har var ein nýggj altartalva í kirkjuni. Henda altartalvan hekk so har til tann nýggja kom í 1864. Tann gamla fórst illa av at standa uppi á loftinum, eitt skifti stóð hon undir einum vindeyga sum lak. Altartalvan endaði so á Tvøroyri, har hon var í fleiri ár til 1956, tá danski listamaðurin Ernst Trier var har og gjørdi okkurt arbeiði í Tvøroyrar kirkju. Poul Arni Poulsen, sum hevði ført altartalvuna til Tvøroyrar, bað Ernst Trier um at kanna altartalvuna og vita um hann ikki kundi restaurera hana. Ernst Trier tók hana so við sær til Havnar, har hann reinsaði hana, so litirnir gjørdist klárir aftur, og Fraser Eysturoy, modelsnikari í Havn, bøtti um hana. Henda altartalvan hongur sum nevnt nú í Vágs kirkju á norður vegginum við prædikustólin. Myndevnið er: "Hin heilaga kvøldmáltíðin".[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Privat heimasíða, Grindavísan". http://heima.olivant.fo/~finnur/grindavisan.htm. Heintað 2011-04-23. 
  2. Dimmalætting, 19. apríl 2011, Har altarkertan lýsir, s. 26.

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið