Vágs Kappróðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
6-mannafarið Smyril, sum Vágs Kappróðrarfelag eigur, her stendur hann á Garðabrúgv í Vági.

Vágs Kappróðrarfelag varð stovnað í juli 1943 og hevur bústað í Vági. Felagið bygdi neyst yviri í Líðini í 1955.[1]

Kappróðrarbátar[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsti kappróðrarbátur hjá felagnum var áttamannafarið Toftaregin, sum varð smíðaður í 1934. Toftaregin varð høvuðsumvældur í 2004. Felagið eigur bátar í øllum støddunum, sum verða nýttar til kappróður. Bátarnir eru hesir:

10-mannafar

8-mannafar

  • Toftaregin, smíðaður í 1934.
  • Toftaregin, Smíðaður 2003 av Sámali Hansen

6-mannafar

  • Smyril, smíðaður í 2003 av Sámal Hansen. Hesin er nú seldur til Danmarkar.
  • Smyril, smíðaður í 1979 av Niclas í Koltri
  • Smyril, smíðaður í 2003 av Sámal Hansen.
  • Smyril, smíðaður í 2015 av Sámal Hansen

5-mannafar

  • Falkurin, smíðaður 1962 av Símun Hammer
  • Fiskurin, smíðaður 1964 av Gunleif Vestergaard
  • Royndin Fríða, smíða 1967 av Niclas í Koltri
  • Royndin Fríða, smíða 1974 av Niclas í Koltri
  • Royndin Fríða, smíða í 1998 av Kaj Hammer
  • Royndin Fríða, smíða í 2004 av Sámal Hansen (nú Svalan).
  • Royndin Fríða, smíða í 2011 av Asbjørn Múller
  • Royndin Fríða, smíða 2017 av Sámal Hansen
  • Fiskurin (Svanur), smíðaur 2009 av Sámal

Føroyameistaraheitið[rætta | rætta wikitekst]

Síðan 1973, tá skipaður FM róður byrjaði, hevur Vágs Kappróðrarfelag vunnið 5 FM heitið:

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

  • Rógvi Kærbech, Formaður
  • Uni Hammer Egilsnes, Næstformaður
  • Karin Strøm, Peningarøkil
  • Jónleyð Eyðunsson, Skrivari
  • Hans Pauli Dahl, Nevndarlimur
  • Helgi "Hegga" Augustinussen, Eykalimur
  • Judith Jacobsen, Eykalimur

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Samstarv um Suðuroyar Kappróðrarfelag[rætta | rætta wikitekst]

Suðuroyingur hjá Suðuroyar Kappróðrarfelag

6. september 2011 varð nýtt róðarfelag, sum nevnist Suðuroyar Kappróðrarfelag, stovnað í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámali Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum eitur Suðuroyingur luttakur í FM kappróðrinum 2012.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vagur.fo[deyð leinkja]
  2. Sudurras.info, Suðuroyar kappróðrarfelag er nú stovnað
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]