Universidad Austral

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høvuðsinngongdin til Austral universitetið gongu ígjøgnum botaniska havan.

Universidad Austral de Chile í Kili varð sett á stovn 7. september 1956 og er ein lærdur háskúli í Concepción, Kili. Har ganga umleið 11.000 lesandi og 776 starvsfólk starvast har.

UACh er eitt av teimum bestu universitetunum í Kili, tá ið hugsað varður um vísundaliga gransking. Tað var mett sum nummar tvey, næst eftir University of Chile (Universidad de Chile) tá mett varð eftir gransking, av El Mercurio, og í 2008 var tað tað univeristetið ið móttók trið mest av stuðuli Mecesup frá stjórnini.[1] Granskarar frá Universidad Austral hava eitt nú gjørt seg galdandi innan fornaldarfrøði, dentrokronologi, mjólkatøkni, innan Mapudungun málið, Palaeontologi og virologi. Granskararnir Mario Pino og Tom Dillehay leiddu útgravingarnar í Monte Verde, ið er ein av teimum elstu fornaldar støðunum í Amerika. Granskarar á Dendrochronology Laboratory of UACh hava eisini staðfest tað longsta dentrokronologiina í syðru heimsálvu, ið gongur 5666 ár aftur í tíðina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Universidad Austral de Chile se adjudica 1.582 millones en el Concurso Mecesup 2008 Universia


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið