Ulige Numre

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ulige Numre í 2012.

Ulige Numre er ein danskur rokkbólkur, ið varð stovnaður í 2010. Bólkurin er mannaður av Carl Emil Petersen (forsangari og guitar), Nick Lee (bass), Teis Lindeskov Søgaard (trummur), Lasse Ziegler (guitar) og Jacob Ulstrup (keyboards).

Ulige Numre útgav hin 26. september 2011 debutstaklagið "København" sum video á Youtube. Videofilmurin, ið inniheldur eina røð av gomlum filmsbrotum frá Keypmannahavn og fra gomlum donskum filmum, fekk fleiri túsund vísingar eftir fáum døgum,[1] og fekk nógva miðlaumrøðu.[2]. Staklagið varð nógv spælt á P3 hjá DR. Hin 31. oktober 2011 utgóvu teir ta róstu [3] [4][5] debut-EP'ina við heitinum Ulige numre.[6] EP'in er útgivin á plátufelagnum Auditorium og er framleidd av Nikolaj Nørlund.

Ulige Numre framførdi sangin København saman við føroyska Jógvan Joensen í X-Factor finaluni í Boxen í Herning hin 27. mars 2015.[7]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Brun & Blond (EP, demo) (10. juli 2010)
  • København (Staklag) (11. august 2011)
  • Ulige Numre (EP) (31. oktober 2011)
  • Blå (Single) (3 juni 2013)
  • Nu til dags (Album) (12. august 2013)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]