Trygvi Danielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trygvi Danielsen móttók Virðisløn til ungt listafólk 2013, sum var ein av Mentanarvirðislønum landsins 2013. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handaði virðislønina í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Trygvi Danielsen (føddur 1991 í Havn) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Hann er limur í tónleikabólkinum The Absent Silver King, sum vann tónleikakappingina Sement í 2013.[1] Í 2013 gav hann út eitt savn við yrkingum og stuttsøgum umframt eina LP-plátu, sum hevði heitið The Absent Silver King. Hann hevur eisini útgivið yrkingar og stuttsøgur í tíðarritunum Vencili og Varðanum. Hann hevur eisini leikstjórna filmum. Í 2018 vann hann Geytan 2017 fyri stuttfilmin 111 góðir dagar.

Givið út[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - The Absent Silver King. Yrkinga- og stuttsøgusavn og LP-pláta
  • 2018 - Silvurbók. Yrkingar, lp-pláta og stuttfilmurin 111 góðir dagar

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - Virðisløn til ungt listafólk, latin av Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, við handini av Mentanarvirðislønum landsins á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi í Vági hin 15. januar 2014.[2]
  • 2013 - Vann Sement (tónleikakapping) við bólkinum The Absent Silver King
  • 2018 - Vann Geytan 2017
  • 2018 - Vann FMA-virðisløn sum Ársins nýggja navn undir navninum Silvurdrongur.[3]
  • 2019 - Móttók Ebbu-virðislønina. Við virðislønini fylgja 25.000 kr.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kvf.fo, Brellbiti: Brot úr debutsavninum hjá Trygva Danielsen
  2. "In.fo, Trygvi Danielsen ársins unga listafólk". http://www.in.fo/news-detail/news/trygvi-danielsen-arsins-unga-listafolk/. Heintað 2014-01-16. 
  3. Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. mars 2018. 
  4. Johannesen, Urd. "Trygvi Danielsen granted the EBBA-Award 2019". https://www.farlit.fo/home/2019/5/22/trygvi-danielsen-granted-the-ebba-award-2019. Heintað 2. juni 2020. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]