Topplundi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Topplundi

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Fratercula
Familja: Alcidae
Slag: F. cirrhata

Topplundi (frøðiheiti - Fratercula cirrhata) er ein sjófuglur av lundaætt, sum er eyðkendur við sínum reyða nevi og gulu trevsum, ið hann hevur fingið navn eftir. Topplundin heldur til, serliga á oyggjum, fram við strondini í norðara parti av Kyrrahavinum, í British Colombia í Kanada, landsynnings-Alaska og Aleutoyggjunum, Kamtjatka, Kuriloyggjunum og um alt Okhotskhavið. Topplundin eigur saman við hornalunda í støðum, men heldur annars eystari til enn hesin, so langt suðri sum á norðaru Channel Islands út fyri strondini í suður California.

Upprunaliga veiddu inuittar á Aleutoyggjunum og ainufólkið í Japan topplunda, bæði til matna og fyri at gera nýtslu av fjaðrum og skinni. Nú er topplundin friðaður um alt útbreiðsluøkið.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið