Tony Blair
Tony Blair (føddur 6. mai 1953 í Edinburgh í Skotland) hevur verið forsætisráðharri í Bretlandi í 10 ár (2. mai 1997 til 27. juni 2007). Hann ruddaði marxismuna úr Arbeiðaraflokkinum. Hann fekk enda á 18 ára longum konservativum stýri og vann trý val á rað. Hann gjørdi politisk spin til "list". Hann rúnarbant heimsins fólkasløg. Politikarar frá vinstru til høgru hava roynt at lúrt eftir honum fyri at læra. Men hann knústi flokkin og fólkið við innráini í Irak.
Tony Blair sat við valdið í tíggju ár frá 1997 til 2007. Hann sigraði tríggjar ferðir og er tískil leiðarin við besta byrinum í Labour flokkinum. Hann brakaði ígjøgnum sum ein rokkstjørna og blásti nýtt lív í flokkin. Blair lovaði, at nútímasgera og sameina Stóra Bretland og eftir tíggju ár við valdi, er Bretland vorðið ríkari, men munurin millum fátæk og rík er nógv vaksin. Tony Blair hevði í valstríðnum lovað at pussa teir bretsku stovnarnar upp, sum til dømis skúlaverkið og heilsuverkið. Hetta eydnaðist, og fram til 2003 var Tony Blair ógvuliga væl umtóktur. Avgerðin at fara í kríggj í Irak vendi øllum upp og niður og Blair skilti ikki mótstøðuna. Fyri hann hevði tað verið ómoralskt ikki at stuðla sameinda USA.