Tommy Seebach

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tommy Seebach

Tommy Seebach (14. september 1949 í Keypmannahavn31. mars 2003 í Klampenborg) var ein danskur sangari, sangskrivari og pianistur, sum serliga í 1980'unum skrivaði vælumtóktir sangir. Hann doyði knappliga, fall um meðan hann gekk niðan gjøgnum eina brekku á Bakkanum í Klampenborg (Dyrehavsbakken), hann doyði á veg til sjúkrahúsið bert 53 ára gamal. Í 2009 gjørdist sonur hansara Rasmus Seebach kendur í Danmark, sum sangari, og tað skapti eisini ein nýggjan áhuga fyri tónleikinum hjá pápa hansara. Árið eftir var ein DVD um Tommy Seebach givin út, og ein sjónvarpssending, Tommy, varð gjørd um lív hansara.[1]

Dansk Melodi Grand Prix[rætta | rætta wikitekst]

Hann luttók fleiri ferðir í Melodi Grand Prix, og tríggjar ferðir vann hann donsku kappingina og umboðaði Danmark á Eurovision Song Contest. Sangirnir til danska grandprix'ið skrivaði hann í samstarvi við Keld Heick.

  • 1979Disco Tango (bleiv nr. 1)
  • 1980Bye-Bye (sunget af Lecia & Lucienne, bleiv nr. 7)
  • 1981Krøller eller ej (duo við Debbie Cameron, bleiv nr. 1)
  • 1982Hip hurra det' min fødselsdag (bleiv nr. 2)
  • 1984Pyjamas for to (bleiv nr. 4)
  • 1985Det' det jeg altid har sagt (bleiv nr. 2)
  • 1987Det' gratis (bleiv nr. 4)
  • 1993Under stjernerne på himlen (bleiv nr. 1)

Eurovision Song Contest[rætta | rætta wikitekst]

Plaseringar í Eurovision Song Contest:

  • 1979 – 6/19, 76 stig
  • 1981 – 11/20 (deilt pláss), 41 stig
  • 1993 – 22/25 (deilt pláss), 9 stig

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Album (solo)[rætta | rætta wikitekst]

Uppsamlingsútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Við Sir Henry & His Butlers[rætta | rætta wikitekst]

Við Los Valentinos[rætta | rætta wikitekst]

DVD[rætta | rætta wikitekst]

  • 2010: Tommy - En Film Om Tommy Seebach
  • 2010: Tommy - En Film Om Tommy Seebach (Deluxe Edition inkl. CD)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tommy Seebachs liv bliver til film – iBYEN.dk