Todi Jónsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Todi Adam Jónsson (føddur 2. februar 1972 í Vejle, Danmark) er føroyskur fótbóltspælari, ið hevur leikt fyri fleiri feløg, m.a. fyri barndómsfelagið har hann byrjaði og endaði sína fótbólts lívsleið. Hann leikti fleiri ár sum professionellur fótbóltsspælari fyri superliga lið í Danmark, m.a. fyri Lyngby FC og fyri FC København.[1] Hin 13. apríl 2014 varð Todi heiðraður við at gerast limur í Legends Club hjá FCK.[2]

Yrkisfótbóltspælari[rætta | rætta wikitekst]

  • Todi byrjaði hann sína yrkisleið í . Har var hann eisini við til at vinna FM í 1991. Hann skifti seinni til B36.
  • Í 1993 gekk túrurin til Lyngby FC og donsku Superliguna. Har spældi hann 76 dystir og gjørdi 18 mál.
  • Í 1997 var hann ein av fleiri Lyngbyspælarum, sum fylgdu Flemming Østergaard til FC København. Hansara besta tíð var ivaleyst hjá FCK, har hann var væl umtóktur av viðhaldsfólkunum, ikki minst av hansara stíðsvilja. Todi spældi 166 dystir fyri FCK og skoraði 54 mál, í alt 207 dystir og skoraði 68 mál um alt verður tal við. Hann var við til at vinna donsku Superligaina 3 ferðir og donsku steypakappingina 2 ferðir.
  • Í 2005 fór hann til IK Start í Kristiansand í Norra. Har vann hann silvur, tá ið Start bleiv nummar 2 í Tippeligaini kappingarárið 2005/2006.
  • Í 2007 skifti hann til Fremad Amager. Samstundis bleiv hann limur í nevndini og ein av høvuðsíleggjarunum í felagnum.
  • Í 2009 fór Todi Jónsson aftur at leika við besta liðnum hjá barndómsfelagnum . Hann spældi 8 dystir við KÍ tað kappingarárið og skoraði eitt mál. Síðan gavst hann at spæla fótbólt á høgum støði.[3]
  • Í 2014 gjørdist hann limur í Legends Club hjá FCK.

Landsliðið[rætta | rætta wikitekst]

Todi spældi 45 dystir og skoraði 9 mál fyri føroyska A-landsliðið 1991-2005.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FaroeSoccer.com
  2. in.fi
  3. Todi Jónsson á Faroesoccer.com
  4. FSF.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]