Tintin
Tintin er teknirøð, sum eisini er gjørd til teknifilm og leikfilm. Belgiski listamaðurin Georges Remi, sum brúkti dulnevnið Hergé, hevur skrivað og teknað teknirøðina um Tintin.
Innihaldsyvirlit |
Upplivingar Tintins [rætta]
Bara tvær av søgunum eru givnar út á føroyskum:
- Hin gátuføra stjørnan (10)
- Tignarstavur Ottokars (8)
Tintin í Norðanlondum [rætta]
Danmark [rætta]
Á donskum eru søgurnar givnar út í fleiri umførum í tveimum umsetingum.
Fyrra umsetingin er eftir Jørgen Sonnergaard og varð upprunaliga givin út millum 1960 og 1989. Søgurnar eru givnar út í tilvildarligari raðfylgju, og í talvuni er nummarið sett eftir heitið á søguni. Flestu skreytheftini í hesi røðini eru uppafturprentað fleiri ferðir, tey elstu umleið 15 ferðir.
Seinna umsetingin er eftir Niels Søndergaard og varð upprunaliga givin út millum 2005 og 2007 í innbundnum bókum uttan nummar á. Síðani er øll røðin eisini givin út í minni innbundnum bókum nevnd minicomics; henda røðin hevur rætta nummarið á rygginum. Frá 2011 og fram til 2013 verður nýggja umsetingin eisini givin út í teimum vanligu skreytheftunum, men uttan nummar á rygginum.
Noreg [rætta]
Á norskum (bokmål) eru søgurnar eisini givnar út í fleiri umførum. Fyrstu ferð - í 1972 - vórðu bara 4 søgur givnar út. Aðru ferð - í 1978-1980 - vórðu 12 søgur givnar út. Triðju ferð - í 1984-1990 - vórðu allar givnar út, báði sum skreythefti og innbundnar. Í øllum trimum førum var raðfylgjan tilvildarlig, og nummarið er við í talvuni, fyrsta raðfylgjan í tuborgklombrum, onnur raðfylgja í kantutum klombrum, og triðja raðfylgjan í vanligum avrundaðum klombrum.
Fjórðu ferð vórðu tær 23 fyrstu søgurnar givnar út í rættari raðfylgju í 8 bókum, sum bert kundu keypast saman í eini eskju. Hendan útgávan var nakað minni enn hinar báðar.
Fimtu ferð - 2010-2012 - vórðu allar 24 søgurnar givnar út í 24 bókum við tveimum søgum í hvørjari. Tíverri ikki í kronologiskari raðfylgju.
Svøríki [rætta]
Ísland [rætta]
Yvirlit [rætta]
| Nr. | Ár | Franskt upprunaheiti Les aventures de Tintin |
Danskt heiti Tintins oplevelser |
Norskt heiti Tintins opplevelser |
Svenskt heiti Tintins äventyr |
Íslendskt heiti]] Ævintýri Tinna |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1. | 1930 | Tintin au pays des Soviets | Tintin i Sovjet (0) Tintin i Sovjetunionen |
Tintin i Sovjet | Tintin i Sovjet | Tinni í Sovétríkjunum |
| 2. | 1931 | Tintin au Congo | Tintin i Congo (22) | Tintin i Kongo (22) | Tintin i Kongo | Tinni í Kongó |
| 3. | 1932 | Tintin en Amérique | Tintin i Amerika (19) | Tintin i Amerika [6] (20) | Tintin i Amerika | Tinni í Ameríku |
| 4. | 1934 | Les cigares du pharaon | Faraos cigarer (5) | Faraos sigarer [1] (7) | Faraos cigarrer | Vindlar Faraós |
| 5. | 1936 | Le lotus bleu | Den blå lotus (21) | Den blå lotus (8) | Blå lotus | Blái lótusinn |
| 6. | 1937 | L'oreille cassée | Det knuste øre (18) | Det knuste øret (3) | Det sönderslagna örat | Skurðgoðið með skarð í eyra |
| 7. | 1938 | L'île noire | Den sorte ø (15) | Den sorte øya [3] (15) | Den svarta ön | Svaðilför í Surtsey |
| 8. | 1939 | Le sceptre d'Ottokar | Kong Ottokars scepter (2) Ottokars scepter |
Kong Ottokars septer [7] (16) | Kung Ottokars spira | Veldissproti Ottókars konungs |
| 9. | 1941 | Le crabe aux pinces d'or | Krabben med de gyldne kløer (17) Krabben med de gyldne klosakse |
Krabben med de gyldne klør {1} (9) | Krabban med guldklorna | Krabbinn með gylltu klærnar |
| 10. | 1942 | L'étoile mysterieuse | Den mystiske stjerne (1) | Den mystiske stjerne {2} (10) | Den mystiska stjärnan | Dularfulla stjarnan |
| 11. | 1943 | Le secret de la licorne | Enhjørningens hemmelighed (11) | Enhjørningens hemmelighet {3} [11] (11) | Enhörningens hemlighet | Leyndardómur Einhyrningsins |
| 12. | 1944 | Le trésor de Rackham le Rouge | Rackham den Rødes skat (12) | Rackham den Rødes skatt {4} [12] (12) | Rackham den Rödes skatt | Fjársjóður Rögnvalds rauða |
| 13. | 1948 | Les 7 boules de cristal | De syv krystalkugler (3) | De syv krystallkuglene (5) | De sju kristallkulorna | Sjö kraftmiklar kristallskúlur |
| 14. | 1949 | Le temple du soleil | Soltemplet (4) | Soltemplet [4] (6) | Solens tempel | Fangarnir í sólhofinu |
| 15. | 1950 | Tintin au pays de l'or noir | Det sorte guld (6) Landet med det sorte guld |
Det sorte gull [5] (17) | Det svarta guldet | Svarta gullið |
| 16. | 1953 | Objectif lune | Månen tur-retur, 1. del (7) Mission til Månen |
Månen tur-retur, del 1 [9] (13) | Månen tur och retur (del 1) | Eldflaugastöðin |
| 17. | 1954 | On a marché sur la lune | Månen tur-retur, 2. del (8) De første skridt på Månen |
Månen tur-retur, del 2 [10] (14) | Månen tur och retur (del 2) | Í myrkum mánafjöllum |
| 18. | 1956 | L'affaire Tournesol | Det hemmelige våben (10) Tournesol-mysteriet |
Det hemmelige våpenet [8] (18) | Det hemliga vapnet | Leynivopnið |
| 19. | 1958 | Coke en stock | Koks i lasten (13) | Koks i lasten (1) | Koks i lasten | Kolafarmurinn |
| 20. | 1960 | Tintin au Tibet | Tintin i Tibet (9) | Tintin i Tibet (2) | Tintin i Tibet | Tinni í Tíbet |
| 21. | 1963 | Les bijoux de la Castafiore | Det gådefulde juveltyveri (14) Castafiores juveler |
Castafiores juveler (21) | Castafiores juveler | Vandræði Vaílu Veinólínó |
| 22. | 1968 | Vol 714 pour Sydney | Flight no. 714 til Sydney (16) Rute 714 til Sydney |
Flight 714 til Sydney [2] (19) | Plan 714 till Sydney | Flugrás 714 til Sydney |
| 1973 | Tintin et le lac aux requins | Tintin og haj-søen | ||||
| 23. | 1976 | Tintin et les picaros | Tintin og picaroerne (23) | Tintin og picaroene (4) | Tintin hos gerillan | Tinni og pikkarónarnir |
| 24. | 1983 | Tintin et l'alph-art | Tintin og alfabetkunsten (24) Tintin og alfa-kunsten |
Tintin og alfabet-kunsten | Tintin och alfabetskonsten Tintin och alfakonsten |
- |