Thomas Arabo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Thomas Arabo
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. nov 1940 í/á Sørvágur
Starv politikari, engineer, director
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Thomas Arabo (f. 20. november 1940 í Sørvági, er sivilverkfrøðingur, fyrrverandi stjóri fyri Strandfaraskip Landsins og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin.

Thomas Arabo varð útbúgvin skipsførari í 1965 og sivilverkfrøðingur í 1973 og var stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins 1973-81 og 1989-91 og leiðari fyri Vestnorden samstarvinum 1981-89. Hann var nevndarformaður í Smyril Line 1986-1991.

Hann var løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin 1984-1988 og 1990-1991, og var hann landsstýrismaður í ídnaðar- og handilsmálum frá januar 1991 til januar 1993, í ídnaðar- og skúlamálum frá januar 1993 til apríl 1994, og síðani í fiskivinnu- og ídnaðarmálum til september 1994.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 257. (PDF)