Terji og Føstufressar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Terji og Føstufressar er navnið á føroyskum tónleikabólkið við Terja Rasmussen á odda. Bólkurin gav sína fyrstu fløgu út í 1990. Hon gjørdist sera vælumtókt og hevur nú selt fleiri enn 9000 eintøk.[1] Bólkurin útgav í 2010 sínu næstu útgávu Terji og Føstufressar 2. Sangurin "Ljóðmynd" av fyrru fløguni varð valdur til aldarinnar lag av lesarum hjá Sosialinum í 1999. Terji og Føstufressar vunnu heiðurin Planet Awards fyri ársins útgávu 2010.[2]
Útgávur [rætta]
- Terji og Føstufressar (1990)
- Terji og Føstufressar 1 og 2 (2010)[3]
Manning [rætta]
- Terji Rasmussen forsangari.
- Eyðun Nolsøe guitar.
- Leivur Thomsen guitar.
- Magnus Johannesen keyboard.
- Arnold Ludvig bass.
- Rógvi á Rógvu trummur.
- Holger Laumann saxofone.
- Rúna á Heygum sangari.