Teldupostur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kurla, sum allar teldupost adressur innihalda.

Teldupostur er postur sendur millum teldur. Á føroyskum verður tað stytt til t-postur, tó verður eisini enska heitið e-mail brúkt á føroyskum. Í staðin fyri teldupostur kann ein eisini siga teldubræv. Fyri at kunna senda eitt teldubræv er neyðugt at hava ein teldupost bústað (adressu). Felags fyri allar teldupost adressur er, at tær innihalda teknið @. Eitt dømi kann vera domi@domi.fo. Teldupost adressurnar kunnu ikki innihalda føroysku bókstavar sum t.d. á, í, ó, ú og ð. Fólk brúka ofta sítt navn ella stytting av navninum í teldupost adressuni. Tað finnast nógvir ymiskir veitarir, har ein antin kann keypa sær eina ella fleiri teldupost adressu, og so finnast tað eisini altjóða veitarir, har ein kann fáa sær eina ókeypis t-post adressu, t.d. Gmail frá Google ella Hotmail frá Microsoft. Tá talan er um ókeypis teldupost adressur slepst ofta ikki undan lýsingum á netinum, sum t.d. kunnu síggjast í høgra bredda ella aðrastaðnis innbakkanum. Ein kann innstallera eina teldupost adressu á teldu síni, men tey flestu ynskja eisini at hava atgongd til sín teldupost frá fleiri ymiskum teldum, tá verður innrita gjøgnum eina ávísa heimasíðu. Hotmail adressur sum tann frá Microsoft ella Google eru ikki knýttar at nakrari ávísari teldu, ein kann rita inn frá hvørjari sum helst teldu, um bert ein minnist til brúkaranavnið, sum er t-post adressan og til loyniorðið. Teldupostkassin er ofta býttu upp í fleiri partar. T.d. er innbakkin sum oftast tað fyrsta ein kemur til, har er allur inngangandi teldupostur at finna. Sendur postur er fyri seg, kladdur fyri seg, slettaður postur fyri seg, spammpostur fyri seg osfr. Hetta sæst sum oftast til vinstru ella ovast á teldupost síðuni.

T-postur í dag[rætta | rætta wikitekst]

Man brúkti t-post áðrenn internetið varð útbygt. Í dag verða t-postar sum oftast sendir via SMTP (Simple Mail Transfer Protokol) í samstarvi við DNS og POP3/IMAP. Ein vanligur t-postur inniheldur hesir teigar:

  • Frá
  • Til
  • Evni
  • Innihald

Harumframt er ein "Send" knøttur, sum brúkarin skal trýsta á við músini, tá teldubrævið er klárt at verða sent til móttakran. Ein kann senda til ein ella fleiri móttakrar. Um talan er um fleiri móttakarar, so verða teldupost adressurnar sum oftast skildar sundur við komma (,) ella semikolon (;). Til ber eisini at víðarisenda eitt teldubræv til ein annan móttakara við at trýsta á "Víðarisend" og síðan útfylla adressu teigin og so trýsta á Send knøttin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]