Tasmania

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tasmania
Tigris-Australia location Tasmania.svg
Landalæra
Vídd 90,758 km²
Vatn 24.63 %
Umsiting
Land Flag hjá Avstralia Avstralia
Íbúgvalæra
Fólkatal 507,626 (2010)
Íbúgvatættleiki 7.36 /km²

Tasmania er oyggj, hon liggur í ein landsynning úr Avstralia. Hon er minsta landið í Avstralska samveldinum, og har búgva eini 507 000 fólk. Veðurlagið er vátligari og svalligari enn aðrastaðni í Avstralia, og oyggin er gitin fyri grønmeti, seyðahald og frukt. Tey hava eisini silvur, tin og aðra námsvinnu. Stórir partar av vestarlaga á oynni eru óbygdir. Har eru tættir skógir og nógv høg fjøll. Her halda nøkur av teimum villu upprunadjórunum til enn, til dømis posadevulin.

Søga [rætta]

Fyrst í 17. øld fingu niðurlendingar alt størri ræði sum sjófarandi tjóð í Asia, Avstralia og í Kyrrahavsoyggjum. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úr Suðurafrika til Indonesia sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinum Avstralia. Í 1616 fór Dick Hartog skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdi Anthony van Diemen, stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri í Jakarta, at lata Abel Tasman standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður í Kyrrahav, og at finna eina styttri siglingarleið til Suðuramerika. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hana Van Diemens Land. Síðan kom hann eisini til Nýsælands, Fiji og Tonga. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrond Avstralia. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið.

Myndasavn [rætta]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið