Tanja Skaalum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tanja Skaalum (fødd 5. oktober 1997) úr Hvalba er føroyskur svimjari, hon svimur fyri Susvim og Føroyar. Á heilt ungum árum hevur hon longu sett føroyskt met (vaksnamannamet), vunnið gull á Oyggjaleikum, vunnið junior FM og vunnið eina gullnál. Tanja var bert 12 ára gomul, tá hon setti tvey juniormet til MU svimjistevnu í Klaksvík 8. mai 2010 í 50 og 100 m bringusvimjing.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

FM 2013[rætta | rætta wikitekst]

Tanja luttók á føroyameistarastevnu í Havn frá 9. til 11. mai 2013. Hon vann fleiri heiðursmerki, eisini gull, og var eisini við til at seta eitt met í liðsvimjing.

  • Gull í 100 m bringu við tíðini 1:15.03[1]
  • Gull í 50 m bringu við tíðini 34.34[2]
  • Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:47.15, sum var nýtt føroyskt met. Hinar 3 vóru: Guðrun Mortensen, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen[3]
  • Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:57.26, tíðin var undir føroyska metið, men Ægir kvinnurnar/genturnar svumu uppaftur skjótari og settu nýtt føroyskt met.[4]

Oyggjaleikir 2011[rætta | rætta wikitekst]

Tanja Skaalum luttók í 8 kappingum á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight. Hon vann fýra heiðursmerki:

  • Gull í 4x50m frí hjá kvinnum
  • Gull í 4x50m blandað hjá kvinnum
  • Silvur í 4x100m frí hjá kvinnum
  • Silvur í 4x100m blandað hjá kvinnum

Yngsti gullnál vinnari og skjótasti svimjari í danska ríkinum í 400 m frí[rætta | rætta wikitekst]

Venjarin hjá Tanju, Jón Bjarnason, segði á samkomu í Hvalba, at hon var yngsti føroyski svimjarin, sum hevði megnað at vunnið gullnál, hon var bert 13 ára gomul, tá hon vann gullnálina. Hon vann hana fyri at hava vunnið silvur í 400 frí við tíðini 4:23.93.[5] Tíðin var skjótasta tíð í aldursbólkinum í danska kongaríkinum.[6]

Juniormeistarastevnan og FM 2011[rætta | rætta wikitekst]

Tanja Skaalum vann 6 silvur heiðursmerki til juniormeistarastevnuna 2011 og 6 silvur heiðursmerki til FM 2011. Hon svam meir enn einaferð undir juniormetið, men ein onnur svam uppaftur skjótari og settið nýtt met. Tað eina silvur heiðursmerkið hjá Tanju var svomið so skjótt, at hon vann gullnál, tað var í 400 m frí.[7]

Úrslitini í einstaklingakappingum á FM 2011[rætta | rætta wikitekst]

  • Nummar 4 í 50 m bringu við tíðini 34.46
  • Nummar 6 í 200 m bringu við tíðini 2:44.71
  • Nummar 8 í 100 m bringu við tíðini 1:18.89

Ársins stjørnuskot 2010[rætta | rætta wikitekst]

Tanja Skaalum varð kosin Árins Stjørnuskot 2010 hjá kvinnum eftir FM kappingina 2010.[8]

Juniormeistarastevna 2010[rætta | rætta wikitekst]

Tanja Skaalum luttók á FM stevnuni fyri ung og vaksin, sum var í Havn í mai 2010. Hon vann tvey gull heiðursmerki og trý silvur heiðursmerki í kappingini fyri tey ungu, og gjørdist nummar 8 um hugt verður eftir talinum av heiðursmerkjum hjá juniorum, men nummar eitt um hugt verður eftir árganginum 1997[9].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Livetiming.dk Kapping 19, 100m Bringusvimjing Kvinn, Finalur, Senior
  2. Livetiming.dk Kapping 11, 50m Bringusvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
  3. Livetiming.dk Kapping 41, 4X50m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  4. Livetiming.dk Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
  5. "Sportal.fo, Hátíðarhildu yngsta føroyska svimjara við gullnál". http://sportal.fo/grein/hatidarhildu_yngsta_foroyska_svimjara_vi_gullnl. Heintað 2012-02-10. 
  6. Susvim.mono.net, Tanja Skaalum
  7. SSF.fo, Enn eitt ófatiligt FM í svimjing
  8. Susvim.mono.net
  9. SSF.fo, Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]