Talspeki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Talspeki (numerology) eru eini vísindi innan stjørnufrøðina. Hon er partur av upprunanum til sálarfrøðina, soleiðis sum vit kenna hesa í dag. Talspekin tekur støði í ótilvitaða sambandinum, sum vit øll hava við nøvn okkara. Uttan vit vita av tí, liggja nøvn okkara, og teir bókstavar, sum tey eru gjørd úr, á tí, sum fyrr varð nevnt "sálarbotninum" hjá okkum øllum.

Til tess at skilja og koma til sættis við ta gátuføru ávirkan, sum nøvn okkara hava á okkum og okkara persónsmenskur, hava talspekingar ment eina skipan. Nøvnini verða síðani sett inn í hesa skipan. Skipanin sær soleiðis út:

1            2            3            4            5            6            7            8            9
A            Á            B            D            Ð            E            F            G            H
I            Í            J            K            L            M            N            O            Ó
P            R            S            T            U            Ú            V            Y            Ý
Æ            Ø            EI           EY           OY

Sum skilst av hesi talvu, verða tølini 1-9 skrivað, og síðani verður alfabetið skrivað niðriundir, soleiðis at hvør bókstavur stendur undir hvør sínum tali. Síðani verða tølini skrivað soleiðis:

3             6               9
2             5               8
1             4               7

Tølini í ávísum navni verða síðani sett sum rundingar rundan um tølini í skipanini, og harvið fæst eitt mynstur. Talið 1 stendur fyri persónsmenskuna, og nógvir rundingar rundan um 1-talið kunnu benda á eina sterka persónsmensku, tó hetta sjálvandi veldst um, hvussu nógvar rundingar hini tølini hava. Hevur 1 tríggjar rundingar, 2 tveir, og 3 ein, so hava vit ein "ørv", sum peikar uppeftir. Hetta bendir á eina persónsmensku, sum strembar uppeftir, eftir "nøkrum hægri", umvegis listina, av tí at 2 stendur fyri list. 3 stendur fyri kreativitet og tað at "realisera" seg sjálvan. 4 stendur fyri tað materiella. 5 stendur fyri tað at víðka um, og rættvísi. 6 stendur fyri íblástur. 7 stendur fyri fullkomileikan. 8 stendur fyri brot og tað at fara yvir um mørk. 9 stendur fyri byrjan og enda.

Tá nøvn verða talspekisliga granskað, er nógv, sum má havast í huga - hvussu tølini ávirka hvørt annað, hvat tal hevur mest rundingar og tílíkt.

Talspeki kann nýtast til at kanna semantikkin í einumhvørjum orði. Verður tað umsett og sett í talspekisskipan, kann orðsins sanna merking finnast. Føroysk og ensk orð, sum t.d. "kærleiki" og "love" vísa, at orð í ymsum málum ongantíð líkjast Tá ið vit skulu finna út av øllum um talspekisskipanina, gjørdu vit nakað stuttligt. Eg fann orð fyri lutir, hugtøk, osfr, gjørdi tey til tøl og fekk Norman at tulka talmynstrini, og hann visti ikki, hvat orð tað var. Úrslitini tóku meg av bóli og vístu, at skipanin riggaði. Tískil fekk eg tá eg skuldi allýsa orðið "talspeki" tað hugskot, at hví kundi ikki orðið allýsa seg sjálvt? Tí bað eg Norman um at tulka hetta hugtak. Heldur ikki hesa ferð visti hann, hvat orð tað var. Frágreiðingina sum eg fekk, fari eg at nýta til at allýsa talspeki - kanska verður tað ikki so stutt og neyvt, sum tað kundi verið. Orkuresursirnar eru í skapandi linjuni (3-6-9) og í sonsunum (5). Hetta er áhugaverd samanseting. Hugtakið fer at enda materielt, men ópersónligt, av tí at orkan fer oman móti 4 og 7 (men einki eitttal er). Hugtakið fevnir um allar skapandi kreftir, sum verða gjørdar materiellar og ítøkiligar. Tað verða sansirnir, sum umskapa, og skapandi kreftirnar eru tætt knýttar sonsunum, av tí at javnur streymur er millum 3-6-9 og 5 (orkustreymir báðar vegir sínámillum hesi tøl) 5-talið er kanska lykilin til hugtakið At øll 4-5-6-linjan er merkir, at tey virði, ið eru í 3-6-9-linjuni, fara ígjøgnum eina intellektuella roynd, sum endar við onkrum praktiskum (orkustreymurin gongur ímóti 4). Hugtakið er upprunaliga teoretiskari enn praktiskt; tað er í so sveimandi, men søkir tó mótvegis tí materiella heiminum, og tað má sigast at vera eitt praktiskt, ið umskapar (hvørki kenslur ella sansur fyri ævinleika er við). Úrslitið av hesum kann væl verða okkurt ópersónligt og eitt sindur hart. Hóast ein umskapan kann verða umvegis menniskjansligar sansir, hevur úrslitið einki við menniskjur at gera. Tá eg spurdi, hvat tað kundi brúkast til, fekk eg hetta svar: "Eg dugi ikki at síggja, hvat eg kann brúka hetta til. Kanska kunnu fólk brúka tað til at gera seg sjálvi fremmand við. Eg havi ilt við at brúka hetta, men kanska kann eg læra tað. Kanska kunnu fólk læra okkur av hesum (hetta sipar 7-talið til). Kanska er tað okkurt, sum fólk skulu ígjøgnum fyri at uppala seg sjálvi. Tað liggur nær við tað guddómsliga. Men tað er ikki guddómsligt! Tað kann vera eitt sindur vandamikið, tí hyggur ein burtur frá 7-talinum, er ein innbygdur t-krossur, og tað er sinnið, sum stýrir øllum" Eg haldi, tulkingin av orðinum "numerologi" eigur at sleppa við. Orðið avdúkar seg sjálvt. Talspeki kann brúkast, men eigur at brúkast varisliga og umhyggisliga. Orðið hevur egin innbygd mørk í 7-talinum. Brúkarin verður mældur til ikki at brúka skipanina uttan kritikk og sum svar á alt, tí einans Gud veit alt Gitte Shine

Foroð týðarans

Skal eg koma við onkrum, sum skal verða íkast til fororðini hjá Gittu Shine, so noyðist eg sjálvandi at granska orðið "talspeki" við støði í tí føroyska alfabetinum. Sambært skipanini sigur tríkanturin 1-4-5, at resursirnar eru í sonsunum. Einasta, ið manglar, eru kenslurnar. Eingin møguleiki at velja. Tríkanturin 3-5-6 er sera sansaligur. Persónligur eldhugi, hóast resursirnar ikki eru. Tessvegna kann vreiði verða. Linjan 4-5-6 vísur, at intellektið, tankin og sinnið fara frá tí skilvísa og praktiska til tað abstrakta, sum ávirkar intellektið, tankan og sinnið. Soleiðis kundi talan verið um eina skipan, sum kennir seg innibyrgda millum tað skilvísa og tað abstrakta, hvørs vísdómur er at leiðbeina øðrum í lívsins sera truplu gongd. Hetta samsvarar sjálvandi sera væl við tað, ið talspekin verður nýtt til Agnar Artúvertin

Bókin er skrivað og týdd úr donskum. Eg havi loyvt mær at skift nøkur dømi um við føroysk


Talspeki og uppruni[rætta | rætta wikitekst]

Áhugin fyri talspeki veksur í hesum døgum. Men tað er einki nýtt, at hesin áhugin er. Tvørturímóti. Gamaní hevur stórur áhugi í 20. øld verið fyri stjørnufrøði í vesturheiminum, men talspeki hevur verið stongd fyri nógvum fólkum, sum annars hava verið áhugað í øðrum okkultum vísindum, sum td tarott, dreymatýðing osfr Men tað er heldur ikki so løgið, tí hóast gomlu sivilisatiónirnar í India, Kina, Egyptalandi og Grikkalandi høvdu felags trúgv á fjaldu merkingina handan tølini, er eingin greið skipan komin frá teimum, eins og við stjørnufrøði. Tískil kunnu talspekingar keglast eitt sindur um, hvør skipan er tann rættasta. Eyðsæð er, at í øllum talspekisskipanum, sum verða nýttar, er okkurt støðugt, umleið á sama hátt, sum húsini í stjørnufrøði hava skilvísa bakgrund, hóast tær mongu húsaskipanirnar Talspeki er eftirhondini blivin ein trupul vísind. Tað er komið so langt, at einans professionellir mystikarar kenna seg heima har

Ymsar talfrøðisligar skipanir[rætta | rætta wikitekst]

Skipanin, sum gomlu hebreararnir brúktu, hevur støði í hebreska alfabetinum:

aleph A 1 Beth B 2 Gimel C 3 Daleth D 4

osfr

Kabbalistar nýta hesa skipan og serliga verður hon nýtt tá tarottkort skulu týðast. Viðmerkjast skal, at hebrear nýttu vikudagarnar/gongustjørnurnar/talskipanina á sama hátt sum hinduar. Tó er hetta einans sjey teir fyrstu dagarnir (sjey dagarnir í vikuni). Eisini í forngriksku talspekisskipanini verður farið fram eftir alfabetinum:

Alfa A 1 Beta B 2 Gamma C 3 Delta D 4

osfr

Í kinversku piktogrammskipanini, har ið tekn standa fyri lutir, ber ikki til at nýta sambæri millum tøl og bókstavir, sum hjá hebreum og grikkum. Kinverska talspekin er sanniliga ein loynilig og okkult vísind. Skal bert eitt lítið innlit fáa í kinverska talspeki, er neyðugt at granska skipanina í stjørnufrøðini hjá teimum. T.d. eru fimm element (sum er talið hjá Jupiter) og 60-ára sýklussurin, sum er støðið undir kinverskari stjørnufrøði, er býttur sundur í 5x12, sum er talið hjá Jupiter, pluss so nógv ár, sum tað tekur honum at ferðast kring sólina Hieroglyffaskipanin hjá egyptum ger tað á sama hátt ógjørligt at finna út av, hvaðani og nær hon er komin. Roynt hevur verið at sporað symbolikkin hjá tarottkortum aftur til gamla Egyptaland, men líkt er til, at tarott byrjaði fyrst í miðøldini (uml. ár 1200), hóast nógv eldri symbolikkur er við. Hyggur ein nærri at elsta slagnum av indiskari stjørnufrøði, ber til at finna ta, sum sær út til at vera felags fyri allar skipanir innan talspeki. Vit mugu hyggja gjøllari at øllum hjá hinduum, sum hevur við gongustjørnurnar at gera. Stjørnufrøðin hjá hinduum hevur tær sjey gongustjørnurnar til og við Saturn (t.v.s. sólina, mána, Merkur, Venus, Mars, Jupiter og Saturn) og norðara og sunnara mánaknút. Tað blívur til níggju "gongustjørnur". Og faktiskt eru eisini bara níggju tøl til. Null er ikki eitt tal, og øll tøl, sum eru hægri enn níggju, kunnu minkast og blíva til eitt tal millum 1 og 9. 14 kann plussast 1+4, so tað blívur til 5 osfr Hesar "gongustjørnur" nýta vit eisini í vesturheiminum, og í somu raðfylgju; og í øllum heiminum - tær síggjast aftur í døgunum í vikuni:

1 sunnudagur sólin 2 mánadagur mánin 3 týsdagur Mars (Mardi á fronskum) 4 mikudagur Merkur (Mercredi á fronskum) 5 hósdagur Jupiter (Jeudi á fronskum) 6 fríggjadagur Venus (Vendredi á fronskum) 7 leygardagur Saturn (Saturday á enskum)

Haraftrat skoyta vit uppí tølini fyri norðara og sunnara mánaknút:

8 norðari mánaknútur (Raku á sanskritti, ímynd á lagnuna (darma)) 9 sunnari mánaknútur (Ketu á sanskritti, mynd á "karma")

Hyggja vit at indiskum tabellum yvir, hvussu gongustjørnurnar ferðast síggja vit, at indarar hava gongustjørnurnar í somu raðfylgju, sum eg havi nevnt. Hyggja vit at vesturlendskum tabellum, finna vit eina heilt aðra raðfylgju, sum hevur sítt støði í, hvussu langt frá sólini gongustjørnurnar eru. Vit í vesturheiminum hava lyndi til at vera sera nágreinilig og støddfrøðislig og gera minni av við tí okkulta, sum tó enn kemur eitt sindur til sjóndar í vikudøgunum og raðfylgjuni hjá teimum Tað mest umráðandi skal ein skilja talspeki, og kanska eisini stjørnufrøði, er at gáa um allar raðfylgjur. Grundin til, at ascendanturin (tað teknið, sum fer uppeftir tá ein verður føddur) er so týdningarmikil, er tí at hann er byrjanin til eina raðfylgju, sum skal síggjast í mun til djórakringin Tann talspekisskipan, sum her verður greidd frá, hevur sítt støði í tí núverandi føroyska alfabetinum. Vil ein granska okkurt orð úr einum øðrum máli, má alfabetið hjá tí málinum havast í huga. Framferðarhátturin er hin sami: bókstavarnir skulu setast í samband við tølini, og alt í røttu raðfylgju.

Virðið á tølunum[rætta | rætta wikitekst]

Talspeki snýr seg um gátuføra viðið hjá øllum tølum. Talspekingar meta tøl sum dygd og ikki nøgd Síðan tíðarinnar morgun hava heimspekingar vitað, at teknini, sum fólk brúka, broyttust eftir hvørja merking ymiskt fólk løgdu í tey, men tølini merktu nakað fast. Sigast kann, at praktiska virðið hjá tølum sum ikki broytast í tíð og rúmi, tykist vera ímynd á støðufest og óbroytiligleika. Nú síggja vt niður í sjálvan mergin í tungumálinum, niður ígjøgnum skilvísu og siviliseraðu skipanir tess, niður til sjálvt symbolska grundarlagið Hetta merkir, at vit kunnu granska orð og nøvn og finna út av, hvat tey merkja symbolskt, alt eftir hvørjum tey eru gjørd av. Upp ígjøgnum tíðirnar hava talspekingar kannað hetta á nógvar ymsar hættir. Fyrst verða nøvn gjørd til nøkur tøl, t.d. hesi:

1357612

Vanliga verða hesi tøl gjørd til eitt tal. Hetta dømið verður til 25=7 Tann talspekisskipan, sum verður frágreidd í hesi bók, hevur lítið til felags við aðrar tílíkar skipanir. Men allar hava talsymbolikkin til felags. Eg havi varnast, at talspeki skjótt kann gerast sera torskild, og eg havi tí stig fyri stig greitt frá eini skipan, sum kann læra øll, sum duga alfabetið og at telja upp í níggju, at finna tey evni og tað lyndið, sum liggur í einum og hvørjum navni. Eg komi bara við einari tulking, sum einans hevur støði í talsymbolikkinum. Yvirhøvur verða tulkingarnar axiomatiskari enn dogmatiskar. Hin einstaki eigur sjálvur at vera førur fyri at meta um, hvør styrki og hvørjir veikleikar eru í einum navni. Tá saman um kemur, stendur tað til tann, sum tulkar sjálvan

Alfabetið og talvirði tess[rætta | rætta wikitekst]

Raðfylgjan hjá bókstøvunum er als ikki tilvildarlig, men greiðar reglur hava verið. Vil ein vita meir um hetta, stendur nógv í bókum um kabbala o.t. Men vil ein bert læra at brúka metodikkin, sum hendan bók greiðir frá, er óneyðugt at granska klassisku verkini. Tað er bara neyðugt at kenna talraðið og vita, at tað hevur fasta raðfylgju. A stendur altíð áðrenn Á, so kemur B osfr Haraftrat skal ein vita, at í talspeki eru bara níggju tøl, nevniliga tølini frá 1 til 9. Null er ikki eitt tal. Øll onnur tøl, staktøl og samanløgd, eru gjørd úr tølunum frá 1 til 9 og kunnu aftur gerast til eitt teirra. Her koma bókstavarnir og tølini saman:

A = 1, Á = 2, B =3 osfr. Talvan sær soleiðis út:


1 2 3 4 5 6 7 8 9

A Á B D Ð E F G H

I Í J K L M N O Ó

P R S T U Ú V Y Ý

Æ Ø EI EY OY


Her síggja vit, at bókstavirnir A, I, P og Æ allir hava talvirðið 1, o.s.fr.. Við hesari skipan kunnu nøvn "lesast" á talspekishátt. T.d.:

J A N U S D J U R H U U S

3 1 7 5 3 4 3 5 2 9 5 5 3

Vit síggja, at talið 1 stendur eina ferð, 2 eina ferð, 3 fýra ferðir, 5 eisini fýra ferðir, 7 eina ferð og 9 eina ferð Flestar talspekisskipanir leggja hesi tøl saman í eitt millum 1 og 9. (Hetta dømið hjá okkum verður til 55=10=1.) Á henda hátt fæst ein eind. Symbolsku virðini hjá einum navni (sum eru tølini) skulu eisini tulkast saman og ikki hvørt sær. Tey skulu tulkast sum ein eind, har staklutirnir enn eru staklutir. Hetta verður gjørt við at seta tey inn í eina talvu, sum sær soleiðis út:


3 6 9


2 5 8


1 4 7


Bókstavirnir verða settir inn í talvuna við at tekna ein runding rundan um tað tal, sum stendur fyri ávísu bókstavarnar. Ein rundingur verður teknaður fyri hvørja ferð, bókstavurin er í viðkomandi navni. Á henda hátt fæst eitt vælskilligt yvirlit, sum vísir styrki og veikleikar í ymsum stigum, og hvussu hesi ávirka hvørt annað. Tølini á loddrøttu linjuni (1-2-3) hava symbolskt samband við einstaklingin persónliga. 1 stendur fyri fólkið sum heild, 2 fyri evnini til at velja og fyri kenslurnar, og 3 stendur fyri avleiðingarnar av valinum (gerð). Tølini 4-5-6 hava symbolskt samband við intellektið. 4 stendur fyri jarðarbundið skilvísi ella jarðarsambandið, 5 sansirnar og 6 evnini til tað abstrakta og hægri skilvísi. Tølini 7-8-9 hava symbolskt samband við sálina. 7 stendur fyri tíðina og alt tað, har hon avmarkar, 8 stendur fyri sambandið, sum sálin hevur við jørð og tískil hvussu væl fólkið skilir ævinleikan, og hvussu væl tað dugir at sannkenna, at sálin er til, og 9 stendur fy ri alt tað, sum er handan ævinleika og tessvegna hvussu væl fólkið skilir kærleika og pláss. Tann niðasta, vatnrætta linjan (1-4-7) sigur nakað um jørðina ella tað ítøkiliga. Mittasta linjan (2-5-8) sigur okkurt um, hvussu farið verður fram, tá ovasta linjan (3-6-9), sum sigur okkurt um endamál, ideal, himmalin og annað, skal náast. Yvirhøvur er tað einfalt at tulka nøvn, tí lítið er, sum skal havast í huga, tá hugt verður at talvuni. Fyrst verður hugt at hvørji tøl rundingar standa um og hvørji eingir. Síðani verður spurt, hvat tað man merkja, og havast má samstundis í huga, hvat tølini, linjurnar og alt hitt stendur fyri. Hevur eitt tal nógvar rundingar, vísir tað, at evnini hjá fólkinum eru í tí talinum og í tí, sum talið stendur fyri. Evnini verða nýtt. Í talvuni. Í talvuni streyma tey ímóti tølum, sum hava fáar rundingar ella ongar. Á henda hátt kunnu fólk stremba at náa tí, sum tey longu hava (nevniliga einum tali við fáum rundingum), sum fólkið kanska ikki so væl dugir, men hevur hug at royna (tal, sum ikki er í navninum). Evnini fara til tey tøl, sum sjáldan koma fyri í navninum. Tískil streymar nógv orka til tey tøl, sum ikki eru við í einum navni. Viðmerkjast skal, at tað kann vera ein hjálp at vita, hvussu nógvir rundingar eru, fyri at vita, um nøkur tøl hava nógv ávirkan á hvørt annað. Í døminum omanfyri ávirka tølini 1 og 2, og 3 og 5, hvørt annað nógv Tað síðsta, ið skal viðmerkjast er, at ein navnaskipan altíð er ein eind. Við øðrum orðum má ein altíð hava tað holistiska í huga

Tølini og hvat tey standa fyri[rætta | rætta wikitekst]

Í symbolikkinum siga tøl ikki bara um nøgd, men eisini dygd, hugskot. Øll hava tey egna náttúru. Hvussu tey síggja út grafiskt, er bara klædningurin og vísur ikki tað, sum goymir seg aftanfyri. Handan uttara formin hjá tølunum eru tey hugtøk, eginleikar o.a., sum tølini standa fyri. 1 er upprunin til øll tøl. Innan talspeki standa tølini 1 til 7 fyri materiella orku; markið millum materiella heimin og andans heim er tískil í 7-talinum

1

stendur fyri eind og tað at vera til. Grundarlagið undir øllum. Sjálvið. Hin fyrsta virkna keldan og verður tí borin saman við sólina Í talspekini symboliserar 1 eisini persónlig evni hjá fólki

2

stendur fyri djúphugsan, konflikt og mótvekt. Løtuna, tá kreftir stilna í javnstøðu. Ímynd á tvísíðuna í øllum. Animus/anima. Dualismu. Bindingarliðið millum deyðiligt og ódeyðiligt. Ambivalens. Val. Mynd á mánan. Í talspekini hevur 2 tætt samband við tað kensluliga (tað kvinnuliga)

3

Ein andalig eind. Harmoniska úrslitið av, hvussu heildin ávirkar dualitetin (1+2). Frymilin fyri skapan. Loysnin á trætuna, sum er í dualismuni, umvegis gerð. Vøkstur. Sett í samband við hugmyndina av himni og heilagu tríeindina. Planetina Mars. Í talspekini er tað mest umráðandi við 3-talinum myndin á, hvussu fólk nýta síni evnir til at mennast við

4

Heimstalið. Stendur fyri jørð og hvørji støðu menniskjan er í. Tað konkreta. Rationellan atburð. Verður samanborið við fýrakant ella terning. Tað er kjarnin. Krossurin. Stendur fyri árstíðirnar og heimshornini. Talið verður eisini sett í samband við ítøkiligu úrslitini av einhvørjari skapan og elementini (jørð, vatn, eld og luft). Samband við planetina Merkur. Í talspekini hevur 4 samband við sans fyri tí konkreta og praktiska (tí jarðiska)

5

Mynd á menniskjuna, heilsuna og teir fimm sansirnar, fimm fingrarnar. Samband við planetina Jupiter. Í talspekini stendur 5 fyri sameiningina millum persónligt skapanarlyndi (3) og ambivalens/kenslur (2), eins væl og fyri, hvussu fólk uppliva heimin umvegis sansirnar (1+4)

6

Skapandi evni lyft upp á eitt hægri stig (3+3). Hætri intellekt. Íblásturin av, at val og tað materiella renna saman (2+4). Tað, at menniskjan tilvitað brúkar sansirnar til okkurt hægri (1+5). Og tað, at rørslur stilna (verðin bleiv skapt upp á 6 dagar; tí sipar 6 eisini til fullgjørda skapan). Hægsta slag av abstraktari hugsan. Evni til tað abstrakta. Materielle heimurin í javnstøðu. Samband við planetina Venus. Í talspekini stendur 6-talið fyri sansi fyri tí abstrakta og ástøðiliga (í mun til 4, sum hevur við tað konkreta at gera).

7

er mynd á tað, at skil er í. Fullkomna skipan. Samanrenning millum tríeindina (3) og heimstalið (4). Talið, sum stendur fyri grundleggjandi tónaskalan (sjeytónaskalan), ælabogalitirnar. 7 hevur samband við planetina Saturn og leiðir tískil hugin víðari til Kronos - tíðina (vikan hevur sjey dagar. Mánafasurnar). Eisini samband við Saturn sum mynd á moralin (sjey deyðssyndirnar, sjey dygdirnar). Tíðarinna avmarkingar, avmarkingarnar hjá materiella heiminum, har tað materiella verður sett í samband við tað andaliga. Pína, ið gevur lívsroyndir. At lær at liva í heiminum. Í talspekini stendur 7-talið fyri sansin, sum fólk hava fyri mørkum

8

Dupulti fýrakanturin ella áttahyrningurin. Bindiliðið millum fýrakantin (jarðisku skipanina) og rundingin (ævinleikans skipan). Úrslitið verður, at 8 gerst mynd á endurføðing (deyða/endurføðing). 8 er fyrsta kubiska talið og kemur tí við einari nýggjar dimensión. Av formi sínum er 8-talið eisini sætt í sambandi við tær tvær slangurnar í merkurstavinum, sum fevnast (caduceus) og stendur fyri javnvág millum andaligar kreftir og náttúrunnar kreftir. Tað er eisini mynd á tað óendaliga (eisini av forminum). Í miðøld stóð tað fyri støðustjørnurnar á himinhválvinum. Saturn varð hildin vera sjeynda og fjarasta gongustjørna, og 8 var tá mynd á, at vunnið var á gongustjørnunum og ta ávirkan, tær høvdu. Í talspekini er 8 eisini tað dupulta av fýrakantinum (sum er tað dupulta av dualitetinum) - 23 - ambivalensur umvegis tað materiella til tað andaliga. Verður sett í samband við Rahu, teknið fyri norðara mánaknút í hindustjørnufrøðini. Í talspekini stendur 8-talið fyri sansin hjá fólkið fyri ævinleika, t.v.s. at farið verður yvir um mørkini hjá tí materiella

9

Tað trídupulta av 3. Ein fullkomin mynd av teimum trimum heimunum: tí likamliga, tí intellektuella og tí andaliga. Síðsta tekn í talraðnum, áðrenn hendan aftur verður til eina eind. Hjá hebreum er 9 mynd á sannleikan - hægsta endamálið. Eins og 8-talið stendur 9 fyri makt, rúm og tað at skapa tíðarloysi í ævinleikanum og handan ævinleikan. Verður sett í samband við Ketu, teknið fyri sunnara mánaknút í hindustjørnufrøðini. Í talspekini stendur 9-talið fyri evnini hjá fólki at uppfata rúm. At duga at vera millum onnur fólk

Nøkur dømi um linjur og hvat tær merkja[rætta | rætta wikitekst]

Á sama hátt sum eitt tal stendur fyri okkurt, so siga tvey tøl, sum ein linja er ímillum, at samband er millum tey, sum bæði tølini standa fyri. Tað kann antin javnstreymur ella orka, sum fer frá øðrum tali til hitt. Javnstreymur millum 1 og 2 sigur, at javnvágur er millum fólkið og ambivalens tess ella evni til at velja. Fer orkan frá 1 til 2 (fleiri rundingar um 1-talið) sigur tað, at fólkið hevur persónligar resursir, sum kunnu elva til kenslur og ambivalens. Fer orkan frá 2 til 1 sigur tað, at fólkið hevur ambivalens viðvíkjandi, hvat tað skal velja, eins væl og kenslur, sum tað hevur við sær í leitan síni eftir persónligum samleika. Fer orkan frá 1 til 2 og víðari til 3 er tað mynd á fólkið og tess persónligu menning. Sterkar persónligar kreftir, sum eru beindar móti hægri endamálum uttan fyri fólkið sjálvt. Endamálið er persónligt. Okkurt slag av ambitión er ella fer at verða í menningini. Mestur er talan um ein persón, sum er tilvitaður um sjálvið og sum hevur okkurt at stremba eftir. Fer orkan til dømis frá 3 til 2 og víðari til 1, er tað mynd á, at kreftir uttan fyri persónin (hesar kunnu vera kreativ orka, ambitión ella endamál) streyma til hendan. Av tí at streymurin gongur inneftir móti persónsmenskuni (1-talinum), er talan um egocentrisitet. Listargávur, tónleikagávur o.t. koma ofta til sjóndar á hendan hátt. Soleiðis kann verða tulkað í eina óendaligheit. Ein ørgrynna av møguleikum og samansetingum eru. Tá eitt navn manglar okkurt tal, merkir tað ikki, at viðkomandi manglar tey evni, sum hetta tal stendur fyri. Heldur merkir tað, at hesi evni eru latent, ella at persónurin roynir at fáa tey. Eitt er tó vist: at manglar linjan 3-6-9 í einum navni, er viðkomandi ein persónur, sum við lív og sál leitar eftir sínum kreativu evnum. Manglar eitt navn 3-talið, merkir tað heldur ikki, at viðkomandi ongan vilja hevur til at útinna nakað. Tað kann t.d. merkja, at viðkomandi hevur eina stóra trongd til at útinna okkurt. Tó fer hann neyvan at duga at stýra ella tálma hesum lyndi. Soleiðis er tað við øllum tølunum. Tølini standa fyri tey sterku og sjónsku evnini, gávurnar osfr. Tey tøl, sum mangla, tey standa fyri, at persónurin ótilvitað søkir móti tí, sum ikki er. Hetta er orsøkin til, at støk tøl eru so sterk: orkan, sum talið stendur fyri, streymar hart í leitan síni eftir teimum latentu tølunum rundanum

Viðmerkingar[rætta | rætta wikitekst]

Ofta verðar talspekingar spurdir um, hvat navn fólk skulu eita. Ofta skifta kvinnur navn, tá tær giftast - tó kunnu menn eisini. Teir, sum nýta hjúnarlagið til at umskifta talorkuna í navni sínum, eru tilvitaðir um ta broyting, sum teimum hevur verið fyri. Skifta fólk nøvn, er tað altíð eitt tekin um, at tey eru broytt ella persónliga ment.

Tá nøvn verða granskað, eiga millumnøvn ikki at verða tikin við, uttan so er, at fólkið altíð tekur millumnavnið við, tá tað nevnir seg fyri øðrum ella sigur, hvussu tað eitur. Kelinøvn eru eitt heilt kapittul fyri seg.

Talspekin kann nýtast til at kana sambandið, sum vit hava við onnur fólk. Í stjørnufrøðini eitur hetta synastri. Sigast kann, at fornavnið er mynd á náttúruna í okkum sjálvum. Eftirnavnið er eitt sindur "leysari" Í sambandinum við onnur, ávirkast vit av eftirnøvnunum hjá teimum. Vit skifta eftirnøvn eftir øðrum menniskjum. Eita vit millumnøvn, mugu vit gera av, um tey skulu verða partur av okkum sjálvum (knýtast aftrat fornavninum) ella um tey skulu vera eitt sindur "leysari í tí". Gáast má um, at teirri orkuni, sum er í okkara fornøvnum, sleppa vit ikki undan

(Týtt úr Lær at forstå og praktisere numerologi, eftir Normal Shine Norman Shine er ein av heimsins fremstu talspekingum. Hann hevur egið institutt í India og heldur ofta fyrilestrar í Danmark. Tann serliga skipanin hjá honum hevur staðið sína roynd og verður í dag nýtt um allan heimin)

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]