Talorð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mállæra
Kyn:
Orðaflokkar:
Føll:
Bendingarformar í tíð:

Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl.

Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskum máli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl.

Grundtøl[rætta | rætta wikitekst]

Grundtøl eru talorð í hvørfalli.

1 eitt
2 tvey
3 trý
4 fýra
5 fimm
6 seks
7 sjey
8 átta
9 níggju
10 tíggju
11 ellivu
12 tólv
13 trettan
14 fjúrtan
15 fimtan
16 sekstan
17 seytjan
18 átjan
19 nítjan
20 tjúgu
30 tríati, tretivu
40 fýrati, fjøruti
50 fimmti, hálvtrýss
95 nítifimm
100 hundrað
110 hundraðogtíggju
1900 nítjanhundrað
1995 nítjanhundraðognítifimm
1.000.000 ein millión
1.000.000.000 ein milliard


Trý tey fyrstu grundtølini kunnu bendast í kynum og føllum soleiðis:

Eintal Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
Hvørfall ein tveir tríggir ein tvær tríggjar eitt tvey trý
Hvønnfall ein tveir tríggjar eina tvær tríggjar eitt tvey trý
Hvørjumfall einum tveimum trimum einari tveimum trimum einum tveimum trimum
Hvørsfall eina tveggja tríggja eina tveggja tríggja eina tveggja tríggja

Raðtøl[rætta | rætta wikitekst]

Raðtøl eru bundin talorð, undantikið fyrsti, sum er hástig av hjáorðinum fyrr. Tey bendast í kynum, føllum og tølum.

Eintal Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn Fleirtal
Hvørfall fyrsti fyrsta fyrsta fyrstu
Hvønnfall fyrsta fyrstu fyrsta fyrstu
Hvørjumfall fyrsta fyrstu fyrsta fyrstu
Hvørsfall fyrsta fyrstu fyrsta fyrstu
Hvørfall annar onnur annað aðru
Hvønnfall annan aðra annað aðru
Hvørjumfall øðrum aðrari øðrum aðru
Hvørsfall annars annarar annars annara
Hvørfall triðji triðja triðja triðju
Hvønnfall triðja triðju triðja triðju
Hvørjumfall triðja triðju triðja triðju
Hvørsfall triðja triðju triðja triðju

Skiftitøl[rætta | rætta wikitekst]

Skiftitøl eru talorð í fleirtali. Skiftitøl verða brúkt um pør, td. einar/tvinnar/trinnar hosur (tað eru 1, 2 ella 3 pør av hosum) ella aðrar sameindir, td. eini kort (tað eru 52 bløð) ella eini hús (tað eru 1 sethús við tilhoyrandi úthúsum). Skiftitøl eiga sostatt bara at vera nýtt, tá talan er um sameindir. Bara trý tey fyrstu talorðini kunnu vera í fleirtali (skiftitøl):

Fleirtal Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
Hvørfall einir einar eini
Hvønnfall einar einar eini
Hvørjumfall einum einum einum
Hvørsfall eina eina eina
Hvørfall tvinnir tvinnar tvinni
Hvønnfall tvinnar tvinnar tvinni
Hvørjumfall tvinnum tvinnum tvinnum
Hvørsfall tveggja tveggja tveggja
Hvørfall trinnir trinnar trinni
Hvønnfall trinnar trinnar trinni
Hvørjumfall trinnum trinnum trinnum
Hvørsfall trinna trinna trinna