Tórbjørn Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tórbjørn Jacobsen
Føddur 7. oktober 1955
Ærøskøbing, Danmark
Yrki Sjómaður, fiskimaður, skipari
Útbúgving Skipsførari
Flokkur Tjóðveldi
Álitisstørv
1998–2000 Løgtingsmaður
2000–2001 Landsstýrismaður
2001–2004 Fólkatingsmaður
2002– Løgtingsmaður
2008 Landsstýrismaður

Tórbjørn Jacobsen varð føddur 7. oktober 1955 í Ærøskøbing í Danmark. Foreldrini eru Jóan Jacob Frantz Jacobsen, skipsførari og Arnbjørg Jacobsen, f. Gregersen, húsmóðir. Hann var fiski- & sjómaður frá 1975 til 1978. Fór síðani uppá skúla, og tók prógv sum sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla í 1981. Tey næstu 20 árini - frá 1980 til 2000 - var hann skipari í føroyska handilsflotanum.

Tórbjørn Jacobsen hevur verið limur í Tjóðveldisflokkinum síðani 1974, og hevur verið nevndarlimur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í góð 15 ár tilsamans. Frá 1998 til 2000 var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoyar valdømi. Í tí sambandi var hann limur í løgtingsins rættarnevnd og grundlógarnevndini. Frá 2000 til 2001 var hann landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, valdur av Tjóðveldisflokkinum. Seinni landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum í 2008.

Umframt tað politiska arbeiði er Tórbjørn Jacobsen eisini nevndarformaður í Pf.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál