Tórbjørn Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tórbjørn Poulsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. jan 1932 í/á Tórshavn
Andaðist 7. nov 2014 í/á Tórshavn
Starv politikari, engineer
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti

Tórbjørn Poulsen (f. 25. januar 1932 í Tórshavn - d. 7. november 2014) var ein føroyskur verkfrøðingur og politikari fyri Sjálvstýrisflokkin.

Tórbjørn Poulsen var landsstýrismaður í fíggjar-, kommunu- og mentanarmálum árini 1981-1985. og var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í 1988-1990.

Hann varð útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1959, og starvaðist sum leiðari á Loranstøðini á Eggjunum í Vági 1959-62, og sum verkfrøðingur hjá Post- og telegrafverkinum í Danmark 1962-73, sum deildarleiðari á Telefonverkinum 1973-97, undantikið skeiðið sum landsstýrismaður. 

Hann var limur í Tórshavnar Líkningarnevnd 1985-88, Stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1985-91 og 1996-97, limur í Yvirfriðingarnevndini frá 1991, og stýrislimur í Nordens Institut i Grønland/NAPA 1998-2000.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]