Sverre Midjord

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sverre Ingolf Midjord (føddur 2. apríl 1933 á Tvøroyri, deyður 10. oktober 2016 á Tvøroyri) var ein føroyskur skrivstovumaður, ítróttamaður og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann var virkin innan borðtennis, fótbólt og hondbólt í nógv ár. Han sat í stjórnini hjá ÍSF í meira enn 40 ár.[1]

Hann vaks upp hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul J. Midjord. Hann var aktivur innan ítróttin á Tvøroyri, hann íðkaði bæði borðtennis, hondbólt og fótbólt. Hann gjørdist føroyskur meistari í hondbólti við Tvøroyrar Bóltfelag í 1953. Seinni var hann venjari hjá 1. deild í fótbólti 19681971,[2] og formaður í felagnum 19701972. Hann starvaðist á posthúsinum á Tvøroyri 19501969, og frá 1969 til hann kom til pensjónsaldur á Toll- og Skattstovu Føroya á Tvøroyri.

Sverre var býráðslimur í Tvøroyrar býráð 19661984 og 19892008, hann var borgarstjóri 1967–1984. Hann varð valdur inn á Løgtingið fyri Suðuroyar valdømi 19781980, 19901994 og 20042008, og møtti fast fyri Atla Dam 19751978 og 19851988.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. isf.fo - Sverre Midjord 80 ár - Heilsan frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum Heðini Mortensen, lagt á heimasíðuna hjá ÍSF 4-4-2013.
  2. "Sverre Midjord". Faroesoccer.com. http://www.faroesoccer.com/coach.php?coachID=343. Heintað 10. oktober 2016. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]