Sveinur Magnason

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sveinur Magnason (f. 29. oktober 1990) er føroyskur svimjari.

Sveinur er úr Fuglafirði. Hann gekk á student á Kambsdali og slapp so inn á United World College í Noregi, sum er ein altjóða studentaskúli.

Hann svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og hevur verið við til at vinna felagnum Føroyameistaraheitið fleiri ferðir. Ryggsvimjing hansara sergrein. Í 2007 var hann næstbesti ryggsvimjari í Føroyum, og 8. besti í ríkinum. Hann var silvurvinnari í 50 m og 100 m rygg bæði til FM í 2006 og 2007, og UM (unglingameistari)-gullvinnari í somu greinum, somu ár.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]