Sveinur Gaard Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sveinur framførir sangir, sum hann sang í X Factor talentkappingini hjá DR á X Factor konsert í Legoland Billund í mai 2012

Sveinur Gaard Olsen (føddur 21. mai 1980 í Havn) er føroyskur sangari og tónleikari, trummusláari. Í 2012 luttók hann í vælumtóktu donsku sang talentkappingini hjá DR, sum nevnist X Factor. Sveinur gjørdist ein av teimum nýggju, sum slapp við í live sendingarnar, og hann var eisini ein av teimum trimum sum kom í finaluna. Sveinur hevði Cutfather sum mentor. Hini bæði sum komu í finaluna vóru tvær ungar gentur Ida og Line, sum høvdu Pernille Rosendahl til mentor. Triðið dómarin, Thomas Blackman, fekk ongan av sínum luttakarum í finaluna. Sveinur gjørdist nummar trý. Sveinur flutti niður til Danmarkar at búgva í 2010.[1] Sveinur hevur áður spælt sum trummusláari og sungið kór og spælt onnur ljóðføri í føroyskum orkestrum, eitt nú í tónleikabólkinum Marius, sum vann innleiðandi kappingina í Føroyum Global Battle of the Bands,[2] sum gav teimum møguleika at vera við í kappingini við sama navni í London. Marius gjørdist nummar 6 í altjóða kappingini í London í desember 2005.[3]

Móttøka í Havn[rætta | rætta wikitekst]

Vikuskiftið áðrenn [X Factor (Danmark)|X-Factor]] finaluna, varð skipað fyri móttøku fyri Sveini í Tórshavn, har hann kom við flogari til Føroya, síðan bleiv flogin við tyrluni til Havnar, har borgarstjórin Heðin Mortensen og onnur tóku ímóti. Síðan bleiv hann koyrdur runt í Havnini, m.a. heim til foreldur og familjuna. Síðan høvdu ymiskir fyrireikarar skipað fyri einari konsert í Norðurlandahúsinum, har eitt orkestur sum beiggi Sveinur stóð fyri, stóð klárt. Sveinur slapp so at syngja fyri teimum sum møtt vóru. DR fylgdi við á túrinum og sendi eitt brot, tá finalan so bleiv. Sveinur segði aftaná, at hann veruliga onki visti um hesar fyrireikingar. Hann slapp ikki at nýta fartelefon, meðan hann varð umborð á flogfarinum og í tyrluni, so alt var eitt væleydnað "surprice party" fyri Sveini. Tað var lýst á Portal.fo og á Facebook, meðan Sveinur var í luftini. Tað vóru Tórshavnar kommuna saman við Norðurlandahúsinum, Atlantic Airways og familjuni hjá Sveini, sum skipaðu fyri tiltakinum.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. ViUnge.dk, 10 FACTS: SVEINUR FRA "X FACTOR"
  2. "Tonleikur.fo, Marius". http://www.tonleikur.fo/profile_marius.html. Heintað 2012-05-17. 
  3. GFestival.com, Marius (FO)
  4. Torsportal.fo, Dagsins surpriseátak:Sveinur komin - Stórfingin móttøka í áðni á tyrlupallinum við Boðanes!

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið