Svínakrím

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Influenza A virus.jpg

Svínakrímið herjaði í fleiri londum kring allan heimin í 2009, og granskararnir siga, at tað var ymiskt, hvussu nógv mannalív sjúkan kravdi í teimum einstøku heimspørtunum. Eitt nú nevna teir, at 51 prosent av teimum, sum doyðu, búðu í Afrika og Landsynningsásia, hóast bara 38 prosent av fólkinum í heiminum búgva har. H1N1, sum svínakrímvirusið eitur, bleiv fyrstu ferð staðfest í Meksiko í 2009. Haðani breiddi tað seg til USA og síðani út um heimin.

Altjóða heilsustovnurin WHO sigur, at umleið 18 500 fólk eru deyð av svínakrími.