Susvim

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vágs Svimjihøll hevur ein 25 metrar langan hyl. Susvim venur í hesum hylinum og i svimjihylinum á Tvøroyri, sum er 12,5 metrar langur.
Jón Bjarnason er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum.

Susvim er svimjifelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 6. september 2007. Orðið Susvim er stytting av Suðuroyar Svimjifelag. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í Suðuroynni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað 6. mars 1964) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er Jón Bjarnason. Venjing fer fram í 25 metra svimjihyli í Vágs Svimjihøll í Vági og í 12,5 metra svimjihyli á Tvøroyri. Av og á fer besti svimjarin hjá felagnum og venjari hansara uttanlanda á svimjilegu og til svimjikappingar, fyri at venja í 50 metra hyli. Onkuntíð fara fleiri av svimjarunum hjá Susvim uttanlanda at venja, eitt nú til Íslands. Ongin 50-metra hylur er í Føroyum, men arbeitt verður við at gera ein 50-metra hyl í Vági.[1]

Innihaldsyvirlit

Susvim vann flest gull heiðursmerki á FM stevnuni 2013 [rætta]

Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 9. til 11. mai 2013, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping.

Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2013 [rætta]

Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 23 9 11
Havnar Svimjifelag 10 16 13
Ægir 7 11 6
Reysti 0 3 1
FLOT 0 1 2

Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2013 [rætta]

Felag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 21 9 7
Havnar Svimjifelag 14 16 13
Ægir 7 17 20
Reysti
FLOT

SuSvim vann HS stevnuna 2011 [rætta]

SuSvim vann HS stevnuna, sum var 5. februar 2011 í Havn fyri børn í bólki 1 til 4. Býtið av heiðursmerkjum var soleiðis:

Húni Vestergaard (føddur 1999) úr SuSvim vann flest heiðursmerki: 8 gull og 4 silvur. 10 tey bestu vóru hesi:

  • Húni Vestergaard úr SuSvim - 8 gull og 4 silvur
  • Lív E. Ejdesgaard úr Havnar Svimjifelag - 7 gull og 1 silvur
  • Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag - 7 gull og 1 silvur
  • Hugin Næs Lave úr SuSvim - 6 gull og 4 silvur
  • Rói Bech úr SuSvim - 6 gull og 3 silvur
  • Pætur Leo úr SuSvim - 5 gull, 4 silvur og 3 bronsu
  • Róland Toftum úr SuSvim - 5 gull, 3 silvur og 3 bronsu
  • Victoria W. Eysturdal úr Ægir - 5 gull, 2 silvur og 2 bronsu
  • Sólrun Kjærbo úr SuSvim - 3 gull, 4 silvur og 2 bronsu
  • Sigmund Mørkøre úr Ægir - 3 gull og 2 silvur [2]

SuSvim vann Reysta stevnuna 2011 [rætta]

Reystastevna var í Leirvík 22. januar 2011. Kappingin var fyri tey smærru børnini, sum eru fødd í 2001 og seinni. Úrslitið av kappingini gjjørdist, at SuSvim vann allar kappingarnar. Susvim vann 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu heiðursmerki. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og Fuglafjarðar Svimjifelag vann fjórflest við 2 bronsu.[3]

Susvim vann flest FM heitið í 2010 [rætta]

Í 2010 var Susvim tað svimjifelag í Føroyum, sum vann flest FM heiðursmerki, felagið vann 20 gull heiðursmerki í FM svimjing. Listin yvir gull heiðursmerki er hesin:

  • 1.Susvim - 20 gull
  • 2.Ægir - 9 gull
  • 3.HS - 7 gull
  • 4.Flot - 5 gull
  • 5.FS - 1 gull

Susvim mest vinnandi svimjifelag til FM í 2009 [rætta]

Í 2009 vann Susvim 31 gull heiðursmerki av 42 møguligum. Føroyameistara stevnan var

Kappingin um gull heiðursmerkir [rætta]

Soleiðis vóru gull heiðursmerkini býtt teir tríggjar dagarnar, ið FM svimjikappingin vardi:

Fríggjadag 11 FM gull til Susvim, 2 til HS og 1 til FS

Leygardag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS og 2 til FS

Sunnudag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS, 1 til FS og 1 til FLOT

Sostatt vann Susvim í alt 31 gull heiðursmerki, Havnar Svimjifelag vann 6 gull heiðursmerki, Fuglafjarðar Svimjifelag vann 3 gull heiðursmerkið og FLOT vann eitt. [4]

  • 1. Susvim - 31 gull
  • 2. HS - 6 gull
  • 3. FS - 3 gull
  • 4. Flot - 1 gull

Susvim juniorar nummar tvey til FM 2009 [rætta]

FM fyri juniorar var eisini hildin, har gjørdist Susvim nummar tvey við 11 gull heiðursmerkjum. Gull vinnnarnir vóru hesi feløg:

Susvim stóri vinnari av Ægir National 2008 [rætta]

Susvim luttók í svimjikappingini Ægir National, sum var í Klaksvík í Desember 2008. Susvim gjørdist stóri vinnarin og vann 21 gull heiðursmerki.

Endaliga støðan til Ægir National 2008 [rætta]

  • 1. Susvim: 21 Gull, 15 Silvur, 8 Bronsu. Íalt 44 heiðursmerkir.
  • 2. FS: 9 Gull, 13 Silvur, 6 Bronsu. Íalt 28 heiðursmerkir.
  • 3. HS: 7 Gull, 6 Silvur, 10 Bronsu. Íalt 23 heiðursmerkir.
  • 4. FLOT: 3 Gull, 4 Silvur, 5 Bronsu. Íalt 12 heiðursmerkir.
  • 5. Ægir: 2 Gull, 3 Silvur, 9 Bronsu. Íalt 14 heiðursmerkir.
  • 6. Reki: 1 Gull, 1 Silvur, 1 Bronsa. Íalt 3 heiðursmerkir.

Pál Joensen besti svimjarin hjá Susvim og Føroyum [rætta]

Pál Joensen 24. august 2010, tá móttøka var í VB-húsinum, eftir at EM-silvurvinnarin kom heim.

Susvim hevur fleiri svimjarir, sum eru á høgum altjóða støði. Kendastur av teimum er Pál Joensen, sum vann silvur heiðursmerki til EM á langbana í 1500 m frí. Fyrstu ferð hann gjørdi stórt avrik úti í heimi í altjóða kapping, var tá hann vann trý gull heiðursmerki á Evropameistarastevnuni fyri juniorar í Beograd í 2008. Síðan hevur hann sum nevnt eisini gjørt seg galdandi í altjóða kappingum fyri vaksin. M.a. vann hann gull til World Cup stevnu í Moskva í 2009.[5]

1. lið hjá Susvim 2010 [rætta]

Nevndin [rætta]

Í 2011 sá nevndin hjá Susvim soleiðis út:

  • Marlon Kjærbo, formaður, Sumba
  • Gudmund Mortensen, kassameistari, Tvøroyri
  • Guðrun Viderø Joensen, skrivari, Vágur
  • Thurid Kjærbo, nevndarlimur, Vágur
  • Mary Midjord, nevndarlimur, Froðba
  • Emilia Olsen, nevndarlimur, Tvøroyri
  • Kaj Joensen, eykalimur, Vágur[7]

Keldur [rætta]

  1. Sudurras1.com
  2. Svimjing.com, Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011
  3. Svimjing.com
  4. Knassi.net
  5. Svimjing.com
  6. Susvim.mono.net
  7. Gull svimjarar, Oyggjaleikir 2011, Isle of Wight, Svimjisamband Føroya, 2011 (blað, sum kom í hvørt hús í Føroyum)

Útvortis ávísingar [rætta]