Surrikatur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Surrikatur upprættur við holuna á varðhaldi móti ránsdýrum.
Surrikatur (frøðiheiti/latín; Suricata suricatta) er í ætt við mangustar og heldur til á turru savannunum sunnarlaga í Afrika. Hann verður um 60 cm langur og livir av skordýrum, eðlum og øðrum smádýrum. Hann er floksdýr, og við sínum longu, hvøssu klóm grevur hann sær jarðholur.