Suezveitin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Suez-kanalin)
Suezveitin er longsta og týdningarmesta grivna siglingarveit í heiminum og styttir ógvuliga nógv um siglingarleiðina úr Evropa til Ásia.

Suezveitin er ímillum Reyðahav og Miðjarðarhav. Hon er longsta og týdningarmesta grivna siglingarveit í heiminum [1] og styttir ógvuliga nógv um siglingarleiðina úr Evropa til bæði India og Eysturásia. Veitin, sum varð grivin við franskari og bretskari hjálp, varð liðug í 1869. Síðan er hon dýpt og breiðkað, so hvørt skipuni eru vorðin størri. Suezveitin kom undir egyptiskt yvirræði í 1956. Nú á døgum er avgjaldið fyri skip, ið sigla ígjøgnum veitina, týdningarmikil inntøka hjá egyptiska ríkiskassanum. Suezveitin gjørdi at teinurin úr Stórabretlandi til India varð helvtina styttri. Suezveitin verður latin upp 17. november 1869. Longu árið eftir sigldu 486 skip ígjøgnum veitina. Tríati ár seinni sigldu 3441. 171 km langa Suezveitin bindir Miðjarðarhav í Reyðahav [2]. Teir gróvu veitina í 10 ár, og tá ið hon var liðug, var farleiðin millum Eysturásia og Evropa 3790 fjórðingar styttri. Nú fara eini 50 skip ígjøgnum veitina um dagin [3]. Fleiri enn 20.000 skip sigla ígjøgnum Suezveitina um árið.

Frammanundan máttu øll skip sigla suður um Afrika. Í 1856 gav egyptiski valdsharrin Sa'id Pasha franska sendiharranum Ferdnandi de Lesseps loyvi til at grava siglingarveit ímillum Indiahav og Miðjarðarhav. Lesseps stovnaði Suezveitarfelagið í 1856. Siglingarveitin varð latin upp fyri regluligari sigling í 1869 og stytti ógvuliga nógv um siglingarleiðina ímillum Ásia og Evropa. Í 1875 seldi valdsharrin í Egyptalandi, Ismail, bróðursonnur Sa'id, Stórabretlandi partabrøv síni í veitarfelagnum.

Suezveitin er sera týðandi handilsleið, og javnan hevur hon verið miðdepil í orrustum í Miðeystri. Suezveitin hevur t.d. fleiri ferðir verið afturlatin av politiskari ósemju. Seinast var í arábiska-ísraelska krígnum í 1973 [4].

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://www.worldshipping.org/pdf/Suez-Canal-Presentation.pdf. Heintað 2013-06-15. 
  2. http://snl.no/Suezkanalen
  3. "Archive copy". http://geography.about.com/od/specificplacesofinterest/a/suezcanal.htm. Heintað 2013-06-15. 
  4. http://www.history.com/topics/yom-kippur-war
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið