Subway

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Subway, sum serliga fæst við at selja smurd langabreyð ("subs" sum stytting fyri "submarine sandwiches"), er ikki skrásett á nøkrum børsi, og talsmaðurin fyri felagið, Les Winograd, vísir til hetta sum eina av grundunum til góðu gongdina seinastu árini. Fyritøkan hevur valt ikki at skráseta seg á børsinum, tí at hetta loyvir teimum at halda fokus á vøruna, dygdina, sølustøðini og ikki alt hitt roksið, sum stendst av børsskráseting so sum fíggjarrapportir og annað, sigur Winograd.

Í 2010 er Subway farið framvið McDonald's sum heimsins størsta innan skundverðar, um mált verður í tali á sølustøðum. 1. januar í 2010 vóru 33 749 Subway sølur at finna kring heimin, meðan talið á McDonald's sølustøðum var 32 737. Sostatt er Subway farið framvið McDonald's einaferð í 2010, boðar tíðindastovan AFP frá.

Subway hevur høvuðsskrivstovu sína í Milford í Connecticut, USA.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið