Stig Hjarvard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Stig Hjarvard (føddur 16. januar 1960) er professari á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Hann er kendur fyri sína rapport "Nyhedsmediernes rolle i det politiske demokrati", sum hann gjørdi fyri ta danska statministerium 1995. Hansara sjónarhorn er, at tann seinasta gongdin vísir, at borgarin er meiri sæddur sum ein brúkari. Politikararnir veita eina tænastu til brúkaran.

Fólkaræðið[rætta | rætta wikitekst]

Hjarvard førir fram, at tað er eitt mistak, at gera skilna millum fjølmiðlar og politiskar stovnar, sum at vera atskilt í fólkaræðinum. Fjølmiðlar eru samansjóðaðir við tann politiska pallin. Fjølmiðlar ávirkast bygnaðarliga og innihaldsliga av teimum politisku stovnunum, og bygnaðurin á fjølmiðlunum og hættir at gera vart við seg, ávirkar ta politisku gongdina.

Sambært Stig Hjarvard er fólkaræðið:

  • Samspælið millum avgerðir og kjakið. Hvussu almenningurin verður tikin við uppá ráð.
  • Fjølmiðlabygnaðurin.
  • Luttakarir. Bæðið sum borgarar og brúkarar.
  • Tað sum politikkurin kann veita. Sum tænasta, leiðsla og at umboða.

Ein gott fólkaræðisligt kjak er treytað av:

  • Ein almenningur, sum kann sigast at vera góður.
  • Møguleikin til at gera vart við seg. Tvs. talu- og skrivifrælsið.
  • Atgongd til so nógva informatión, sum yvirhøvur møguligt. Tvs. informatiónsfrælsið.
  • Kritisk gransking og greining, sum ikki er bundin av statsligum ella privatum áhugamálum.
  • Fjølbroyttir fjølmiðlar. Tann politiska kommunikatiónin í samfelagnum skal vísa teir ymsu støðurnar og áhugamálini, sum eru í samfelagnum.
  • Kjakið skal vera í samsvar við avgerðir.
  • Fyrivarni skal takast til minnilutar og vitanarveik fólk.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]