Stelkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Stelkur
Common Redshank Tringa totanus.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Scolopacidae
Ætt: Tringa
Slag: T. totanus

Stelkur (frøðiheiti - Tringa totanus) er væl kroppstørri enn tjaldursgrælingur. Best kennist hann av teimum avbara longu, vakurt reyðu beinunum. Omaná er hann grásprøklutur við dimmum veingjafjøðrum, í neðra hvítur við svørtum prikkum. Nevið er reytt út frá rótini, dimt har frammi. Ungfuglurin er dimmgráur omaná. Í Føroyum er hann heldur sjaldsamur fuglur nú á døgum, og sera sjaldan eigur hann. Helst tíðliga á sumri hendir tað seg at síggja hann við sínum leikandi lætta gongulagi tita um við sjóvarstrondina ella niðarlaga í bønum og haganum. Tá er hann á veg til Íslands, har hann eigur í meingi við vøtn og áir, sum hann veður út í, so langt sum tey longu beinini grynna. Kemur ravnur ella bakur nær, fylkjast stelkarnir saman og rúka á fíggindan til at reka hann burtur. Tá ið bøgan fer av reiðrinum, breiðir hon stundum mosa yvir eggini. Um heystið síggja vit teir aftur við ungunum, og tað hendir, at onkur steðgar allan veturin; tá eru teir meira dimmgráir omaná.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]