St Kilda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
St. Kilda

St Kilda (skotskt gæliskt: Hiort) er ein avtoftaður oyggjabólkur 64 km vestanfyri North Uist í Ytru Hebridunum og 423 km suður úr Føroyum. Fýra størri oyggjar eru Hirta, Dùn, Soay og Boreray. Oyggjabólkurin, ið hevur hægstu fuglabjørg í Stórabretlandi, hoyrir umsitingarliga undir Comhairle nan Eilean Siar.

Upprunin til navnið St. Kilda er ókendur.

St. Kildabúgvar á 'The Street' í 1886
Endurbygd hús við 'The Street'

Fólk og mentan[rætta | rætta wikitekst]

Fólk hava búð á St Kilda, á oynni Hirta, í minst tvey túsund ár, men neyvan hava meir enn eini 180 fólk búð har í senn, og eftir 1851 ikki meir enn eini 100. Talumálið var ein serstøk dialekt av skotskt-gæliskum, við nógvum norrønum lániorðum, eins og nógv staðarnøvn hava norrønan uppruna. Fuglaveiða var ein týðandi partur av lívinum og fuglur var meginkosturin á St. Kilda. Fólkið á St. Kilda livdi eftir Móselóg og Gamla Testamenti. Í 1926 komu kirkjufólk og trúboðarar úr Bretlandi at boða umvending. Hetta ørkymlaði íbúgvarnar ið søgdu seg vera kristnaðar langt áðrenn meginlandið Skotland, helst vóru írskir munkar á St. Kilda longu í 6 øld.

Fyrstu ferð St. Kilda verður nevnd í skriftligum keldum var seint í miðøld. Við fyrra veraldarbardaga og øktari turismu kom sjúka til St. Kilda og nógv fólk doyði. Eftir kríggið fluttu nógv ungfólk vekk, fólkatalið minkaði frá 73 í 1920 til einans 37 í 1928. Í 1930 vórðu tey seinastu fólkini flutt av oynni.
Í dag eru ongin fastbúgvandi fólk eftir, bara fólk í bretska herinum og granskarar halda til í oyggjunum í styttri og longri tíðarskeið.

Soay
Soay veðrur á Hirta

Djóra og Plantulív[rætta | rætta wikitekst]

Allur oyggjabólkurin er nú ogn hjá National Trust for Scotland og í 1986 gjørdist hann tað fyrsta UNESCO World Heritage Site í Skotlandi.

Tvey villini sløg eru serlig fyri St. Kilda, mortítlingur (músabróður) Troglodytes troglodytes hirtensis, ið er eitt undirslag av mortítlingi, og eitt undirslag av hagamús, kend sum St. Kilda hagamúsin Apodemus sylvaticus hirtensis. Triðja serstaka undirslagið á St. Kilda var heimamúsin Mus musculus muralis sum doyði út stutt eftir at fólkið var rýmt í 1930. St. Kilda heimamúsin var nærmast í slekt við heimamúsina í Mykinesi í Føroyum Mus musculus mykinessiensis, og var møguliga forfaðirin til músina í Mykinesi.

Fuglalívið er ríkt. Størsta súlubølið í verðini finst á St. Kilda og telur eini 30.000 pør, uml. 24% av samlaða stovninum av súlu. 49.000 drunnhvítapør, uml. 90% av europeiska stovninum; 136.000 lundapør, uml. 30% av bretska stovninum, og 67.000 havhestapør, uml. 13% av bretska stovninum. Á Dùn finst størsti havhestastovnurin í Bretlandi. Havhestur átti fyrst á St. Kilda í Bretlandi, áðrenn 1828. Seinasti gorfuglurin ið varð sæddur í Bretlandi, varð dripin á Stac an Armin í juli 1840.

Vegna fjarleikan til meginlandið, er náttúrumargfeldnið avmarkað. Einans 58 sløg av firvaldum finnast á oyggjunum, samanborið við 367 sløg í Ytru Hebridunum annars. Plantuvøksturin er nógv ávirkaður av saltráki í luftini, nógvum vindi og súrum mógvi. Ongi trø vaksa yvirhøvur, men 130 ymisk blómandi plantusløg finnast, 162 soppasløg og 160 mosasløg. Fleiri av teim 194 skónsløgunum eru sjáldsom. Tarin ið veksur á grunnunum húsar einum margfeldni av sjáldsomum sjósmákyktum.

Seyður[rætta | rætta wikitekst]

Seyðurin á St. Kilda er serstakur, nevndur Soay Sheep; hetta er seyður ið var útilagstur á oynni Soay. Seyðurin av Soay er meinlíkur Dímunarseyðinum í Føroyum, ið nú er útdeyður.


Leinki úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur[rætta | rætta wikitekst]