Støð í Harry Potter

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Grimmauld nr. 12[rætta | rætta wikitekst]

Man hoyrir fyri fyrstu fer um Grimmauld nr. 12 í fimtu Harry Potter bók (Harry Potter og Føniksfylgingin). Eigari av Grimmauld nr. 12 eru Black familjan, sum hava reint-blóð; og tað er eitt tað mest týdningarmesta hjá teimum. Í húsinum búðu mamma Sirius (Sirius, sum er gubbi Harry), Walburga Black og beiggi Sirius, Regulug A. Black (R.A.B., sum hevur tiki horcrux'in hjá Voldemort í Harry Potter og Hávlblóðsprinsurin - medaljongin.), Sirius Black og húsálvurin Kreaher.

Grimmauld nr. 12, er ósjónligt. Tá ið húsi liggur mitt í býnum London og Føniksfylgingin brúkar hetta hús fyri at møtast, má húsi vera ósjónligt. Onkuntíð hava mugglara-grannarnir mistonkt hetta við, at húsnummrini eita 11 og so 13, tí tey ikki síggja húsini nr. 12. Øll Black-fólkini eru deyð eftir tíðini. Regulus Black var deyðsátari hjá Voldemort, men vildi heldur vera ímóti, og doyði við at finna medaljong-horcrux'in, Sirius Black, sum er gubbi Harry Potter, doyði tá ið deyðsátarnir og føniksfylgingin bardust ímóti á Deildini fyri tað Dulda, á Gandamálaráði. Sirius var góður við Harry, og Harry arvaði so Grimmauld nr. 12, og við húsinum fylgdi húsálvurin Kreacher við, sum hatar ikki-reint-blóð fólk; betri kent sum mórublóð.