Spiritualized

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Spiritualized í Malmö, Svøríki í 2008.

Spiritualized er ein bretskur bólkur, sum varð stovnaður í 1990. Oddamaðurin er Jason Pierce. Jason Pierce er føddur í Onglandi í 1965. Hann spældi áður í sýruta, psykedeliska rokkbólkinum Spacemen 3, saman við m.ø. Peter Kember.

Spacemen 3 varð upployst eftir at sambandið millum oddamenninar báðar, Peter Kemble og Jason Pierce, slitnaði. Bassleikarin, Will Carruthers, trummuspælarin, Jonny Mattock og gittarleikarin Mark Refoy, sum høvdu verið við í Spacemen 3, gjørdu av at stovna ein bólk. Teir fingu sammført Jason Pierce at koma við, saman við vinmanninum Steve Evans. Bólkurin fekk navnið Spiritualized eftir einum teksti, sum stóð á einum merki á eini fløsku av Pernod.

Orsaka av sáttmála, mátti bólkurin í fyrstani útgeva undir navninum Spacemen 3, tí at so nógvir av limunum eisini høvdu mannað tann bólkin. Fyrsta útgáva var eitt lánilag frá The Troggs, "Any Way That You Want Me". Hetta staðfesti samstundis upploysnina av Spacemen 3, og Spiritualized kundi byrja.

Spiritualized hevur síðani stovnanina skift manning út í heilum. Bert Jason Pierce er eftir av upprunaligu manningini. Hann er samstundis eisini tann treytaleysa snúningsásin í bólkinum. Tað er hann sum skrivar allan tónleikin, tekstirnar og syngur hann eisini. Spiritualized hava givið út 5 fløgur. Tann kendasta og eisini mest viðurkenda av ummælarum og øðrum, er útgávan frá 1997, "Ladies and Gentlemen, We Are Floating In Space", sum m.a. varð kosin ársins fløga í 1997 av tónleikasíðuni NME (The New Musical Express).

Fyrsta útgávan undir navninum Spiritualized var í 1992. Hetta var fløgan "Laser Guided Melodies". Næsta fløgan "Pure Phase" kom út trý ár seinni, og tóktist bólkurin at hava staðfest sín eyðkenda tónleikastíl. Tónleikaliga hava allar útgávurnar hjá Spiritualized innihildið elementir av droni (sum eru langir tónar ið sveima aftanfyri allan tónleikin), shoegaze (seinur, tungur tónleikur, sum hevur fingið navnið av, at tónleikararnir hava lyndi til at standa og hyggja beint niður framman fyri sær, meðan teir spæla).

Gjøgnumbrotsútgávan, "Ladies And Gentlemen, We Are Floating In Space", sum var triðja útgávan, bar brá av íblástri úr afrikanskum-amerikanskum gospel tónleiki og blues, og hevur hesin íblástur verið á hóma í útgávunum síðani. Eisini hoyrdist tann sokallaði "walls of sound" dámurin í framleiðsluni. Hesin verður tilskrivaður Phil Spector og Brian Wilson, ið báðir nýttu hetta, til tess at geva tónleikinum ein íbirtan stórleika.

Hetta merktist serliga á fjórðu fløguni "Let It Come Down", har tað sveimandi, dronkenda og pompøsa spælið var í hæddini. Fleiri enn 120 tónleikarar vórðu nýttir til hesa fløga. Løg sum "Stop Your Crying", "Come Together" "Won’t Get To Heaven (The State I’m In)" eru góð dømi um henda stórleika. Fimta útgávan, "Amazing Grace" fór so í hina grøvina, og var hon nógv naknari og bar í størri mun brá av tí meiri rokk og blues kenda. Fimta útgávan, "Amazing Grace", kom út í 2003.

Utgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Lazer Guided Melodies (1992)
  • Fucked Up Inside (1993)
  • Pure Phase (1995)
  • Ladies and Gentlemen We Are Floating in Space (1997)
  • Live at the Royal Albert Hall (1998)
  • Let It Come Down (2001)
  • Amazing Grace (2003)
  • Songs in A&E (2008)

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]