Sosialistisk Ung

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung. Forkvinna í SU er Oda Kjartansdóttir Strøm[1] (2014) úr Vági, og áðrenn hana sat John av Reyni (2012-2014) úr Tórshavn, Sunneva Mohr (2011-2012) úr Lamba og Bergur A. Dalsgarð (2009-2010) av Velbastað.

SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi[2]. Í mun til sosialdemokratisk ungmannafeløg í hinum Norðurlondunum, har tað eru fleiri vinstravend ungmannafeløg, umboða limirnir í SU ein lutfalsliga breiðan skara av vinstravendum ungdómi.

Systurfeløgini hjá SU í hinum Norðurlondunum[rætta | rætta wikitekst]

SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forkvinnu, næstforkvinnu, skrivara, kassameistara og einum eykalimi.[3] SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd.[3] Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag.

  • Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna
  • Katharina Dalsgaard-Jakobsen, næstforkvinna
  • Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, skrivari
  • Barbara Gaardlykke Apol, kassameistari
  • Jóan Pauli Lamhauge, tiltakslimur

Útisetanevndin[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://aktuelt.fo/sosialistisk+ung+fingid+forkvinnu.html
  2. http://sosialistiskung.net/Okkara%20politikkur.html
  3. 3.0 3.1 http://sosialistiskung.net/Um%20SU/Nevndin.html