Skopun
|
||
| Postnummar | FO 240 | |
| Kommuna | Skopunar kommuna | |
| Íbúgvar (2005) | 484 | |
Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun.
Streymurin er harður í Skopunarfirði.
Innihaldsyvirlit |
Søga [rætta]
Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndir og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólætnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er Lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk.
Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið.
Havnarlagið [rætta]
Tann fyrsta havnin varð bygd í 1924-25 og var liðug í 1926.
Áhugaverd støð [rætta]
- Kirkjan, vígd 1897.
- Minnisvarði teirra sjólætnu.
Keldur [rætta]
- Skopunar Havn. Í: Mondul nr. 3/1981.
