Skerpikjøt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skerpikjøt

Skerpikjøt er føroyskur matur. Tað er tjógv ella bógvur av seyði, sum verður hongt í ein hjall at turka í fleiri mánaðir. Kjøtið verður fyrst visnað, síðan ræst, og at enda turt. Smakkurin er tengdur at ymiskum faktorum so sum veðurlagi og hvussu góður hjallurin er. Ein trupulleiki, ið ansast má eftir, meðan kjøt hongur í hjalli og turkar, eru skinflugurnar. Tær mugu ikki sleppa nær kjøtinum at víggja, tí so kemur maðkur í, og kjøtið verður tá ikki etandi. Tað skal helst vera kalt í veðrinum um heystið, tá slaktið er fyri, tí tá eru ongar flugur. Er tað lýtt í veðrinum, eru flugur, og so má ansast væl eftir at halda teimum frá kjøtinum. Í Føroyum er ikki vanligt at eta visnað kjøt, man bíðar antin til kjøtið er blivið ræst ella til tað er turt. Ræst kjøt verður kókað ella stokt. Turt kjøt verður etið, sum tað er, tað verður ikki kókað ella stokt. Tá talan er um fisk, tvøst og um ávís sløg av fugli, so verða hesi havd til matna í øllum trimum støðum: visnað, ræst ella turt.[1] Tað er tað turra seyðakjøtið, sum verður nevnt skerpikjøt. Tað verður eisini nevnt turt kjøt. Skerpikjøt verður etið á ymiskan hátt, tað kann verða etið sum viðskeri upp á rugbreyð, drýl ella franskbreyð, tað kann etast afturvið kókaðum eplum, tað er tó ikki so vanligt. Skerpikjøt er eisini ofta at finna í sjálvtøkuborðum, sum eru vanlig at brúka nú á døgum til vælkomst, móttøkur, konfirmatiónir, barnadópar, brúdleyp, føðingardagar og aðrar merkisdagar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Gransking.fo, Færøsk madkultur, En oversigt, Jóan Pauli Joensen". http://www.gransking.fo/get.file?ID=884. Heintað 2011-10-12.