Sitting Bull

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sitting Bull
Sitting Bull í 1882.
Føddur 1831
South Dakota Grand River, Suðurdakota
USA USA
Doyði 15. desember 1890
South Dakota Grand River, Suðurdakota
USA USA
Trúgv Kristin [1][2]

Sitting Bull (upprunanavn: Tȟatȟaŋka Iyotȟaŋka, orðalýsing: "Sitandi tarvur") var fyrsti indiánarahøvdingin, ið vardi frælsið og rættindini hjá amerikonsku indiánarunum, Sioux. Hann noktaði at leggja seg í skuld til hvíta mannin og fyri ættarfelagar sínar varð hann mettur sum ein heilagur maður, sum dugdi at tosa við dýr og síggja framtíðina [3]. Eftir at hava vunnið bardagan í Little Bighorn í Montana, har flest allir hermennirnir í evropeiska herinum doyðu, vardi frøðin hjá Sioux ikki leingi. Myndugleikarnir sendu túsundtals hermenn til staðið har fleiri ættarbólkar høvdu savnað seg undir stóra høvdinginum, Sitting Bull. Hermennirnir skuldu fáa indiánararnar at geva seg yvir. Men Sitting Bull noktaði at geva seg undir hvíta mannin og hann rýmdi við ættbólkinum til Suðurkanada í 1887 [4]. Fýra ár seinni mátti hann tó ásanna, at har kundu tey ikki vera. Tey vóru veik og hungraðu og noyddust at venda heim aftur.

Men enn gjørdi Sitting Bull mótstøðu og at enda bleiv tað nóg mikið fyri teir hvítu. Teir settu saman eitt lið av indiánara-løgreglumonnum. Løgregluliðið fór til húsini hjá Siting Bull og greiddu honum frá, at hann var handtikin. Men Sitting Bull noktaði at stíga á hestin og fara við teimum. Nú hendi alt í senn. Ættfelagar Sitting Bulls vóru í øðini og ein teirra skeyt ein av løgreglumonnunum. Í tí hesin fall, skeyt hann eitt skot í bringuna á Sitting Bull, sum hevnd. Og júst í somu løtu skeyt ein annar løgreglumaður, Red Tomahawk, høvdingan í nakkan, so hann doyði. Hesar óvæntaðu hendingarnar førdu, sum vera man, til stóra ørkymlan og øði, og alt í einum var pallurin broyttur til ein sannan vígvøll. Endin var, at 8 løgreglumenn og 7 indiánarar umframt Sitting Bull, lógu eftirá [5]. Líka til endans stríddist Sitting Bull fyri landi sínum og fyri at verja indiánsku mentanina og lív teirra.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://query.nytimes.com/mem/archive-free/pdf?res=F10811F83E5411738DDDAA0994DC405B8384F0D3
  2. http://query.nytimes.com/gst/abstract.html?res=FB0C14F73F5C15738DDDA10A94D1405B8384F0D3
  3. "Archive copy". http://www.manataka.org/page55.html. Heintað 2011-12-20. 
  4. http://www.u-s-history.com/pages/h3771.html
  5. "Archive copy". http://www.lakotaperspectives.com/Sitting_Bull_s_Way_of_Life.html. Heintað 2011-12-20. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið