Selma Sandá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Selma Sandá
er eitt menniskja
Fødd(ur) 3. sep 1946 í/á Porkeri
Starv rithøvundur, handilsfólk
Dátuheiti
VIAF 408144783093414509058
LCAuth n2015063089
Commons Selma Sandá

Selma Sandá (fødd 3. september 1946 í Porkeri) búsitandi í Vági er ein føroyskur rithøvundur. Selma hevur ikki nomið sær útbúgving, men hevur tó tikið próvtøku í nøkrum fakum á handilsskúla. Selma hevur fyrr starvast sum sjálvstøðug við egnum handli í umleið 15 ár. Talan var um matvøruhandil sum nevndist "Hjá Selmu". Áðrenn tað hevur hon eisini starvast sum heimahjálpari í nøkur ár og sum heilt ung starvaðist hon sum "ung genta í húsi" (húshjálp og barnagenta).

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Í november 2014 gav Selma út sína fyrstu bók. Áðrenn tað hevði hon bert útgivið eina stuttsøgu við heitinum "Gamla Lotta", sum kom út fyrstu ferð í Frostrósuni[1], sum kom út í 1987 og seinni í lesibókini Les 1, sum kom út í 2006. Les 1 verður brúkt sum undirvísingartilfar til føroysku framhaldsdeildina.[2] Frostrósan var úrslit av stuttsøgukapping fyri kvinnur, sum Kvinnufelagið í Havn og blaðið Kvinnutíðini skipaði fyri miðskeiðis í 1980'unum. Selma byrjaði við at skriva yrkingar, nakrar av teimum komu á prent í føroysku bløðunum undir dulnevni. Seinni fór hon at skriva stuttsøgur. Í bókini Eyguni - Søgur og yrkingar eru 13 stuttsøgur og 42 yrkingar.[3]

  • 2014 - Eyguni - Søgur og yrkingar, 128 síður.

Heiðursbræv og stuttsøgukapping[rætta | rætta wikitekst]

Selma Sandá vann heiðursbræv í ritgerðarkapping hjá Fróðskaparsetri Føroya í 2005. Evnið á kappingini var "Dópur og navnasiður í Føroyum". Sum nevnt luttók Selma eisini í stuttsøgukappingini hjá Kvinnutíðindum í 1985 ella 1986. Hon vann ikki, men søgan Gamla Lotta varð útgivin saman við fleiri øðrum søgum, sum luttóku í kappingini í bókini Frostrósan, sum kom út í 1987.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Selma Sandá er einkja, hon var gift við Páll Sandá, ættaður úr Sandvík, hann andaðist í 2007. Saman fingu tey seks børn: Majken, Eileen, Anja, Bárður og Sonni. Tað fyrsta barnið doyði sama dag sum tað varð føtt. Selma er fødd Jacobsen, gift til Joensen, men seinni tóku tey navnabroyting til Sandá. Móðir Selmu, Malena Jacobsen, fødd Vilhelmsen, var úr Porkeri, faðir hennara, Mikkjal Petur Jacobsen, var av Kirkju. Í Porkeri var hann nevndur Petur í Fugli, pápabeiggi hansara var skaldið Hans Mikael Jacobsen Ommubeiggi hansara í móðurætt var skaldið Símun Mikal Zachariasen av Kirkju.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo, Frostrósan, s. 67[deyð leinkja]
  2. Ljodbokur.fo[deyð leinkja]
  3. Selma Sandá

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]