Second Life

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Second Life er ein tykisheimur, sum bara slepst til um telduna og internetið. Umhvørvið og persónarnir eru gjørdir. Persónarnir verða nevndir avatar. Second Life er eitt tykisligt umhvørvi, har vit kunnu ferðast og reika og ikki eitt spæl, har vit kunnu vinna ella tapa. Rithøvundurin Julian Dibble hevur prentað eina skaldsøgu í Second Life, og tíðindastovan Reuters hevur skapað teirra egna umhvørvi her. Reuters hevur keypt seg inn í Second Life. Adam Reuters er redaktørur í Second Life. Í veruliga lívinum er hann Adam Pasick og skrivar um miðlar og tøkni.