Se og Hør

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Se og Hør búmerkið hjá donsku og norsku útgávuni

Se og Hør (svenska heitið er Se & Hör) er eitt danskt, norskt og svenskt vikublað og sjónvarpsblað, sum verður útgivið í Danmark, Noreg og Svøríki. Blaðið verður eisini selt í Føroyum. Se og Hør er eitt myndablað, sum í høvuðsheitum ber søgur um kend fólk. Tað er danska fyritøkan Aller Media, ið útgevur blaðið. Tann danska versjónin er tann elsta. Tann danska og svenska versjónin koma út einaferð um vikuna, meðan tann norska, sum eisini er tann størsta, kemur út tvær ferðir um vikuna.

Se og Hør í Danmark[rætta | rætta wikitekst]

Se og Hør kom út fyrstu ferð í Danmark í 1939 sum Det Ny Radioblad. Í 1953 fór blaðið í holt við at skriva um tað ið fór fram í tí tá nýggja miðlinum, sjónvarpinum, og broytti heitið til Se og Hør, men helt tó fram við at hava gamla heitið sum undirheiti. Se og Hør er tað størsta myndablað í Danmark við einum miðal sølutali á 133.325 um vikuna í fyrra helmingi av 2012.[1] Í 1980-árunum og 1990-árunum undir leiðslu av tí nú fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóranum, Mogens E. Pedersen, varð blaðið selt í einum so stórum upplagi sum 350.000 eintøkum um vikuna. Síðan november 2006 hevur blaðið latið eina virðisløn á 150.000 krónur til ein journalist. Í juni 2009 gjørdist Kim Henningsen høvuðsábyrgdarblaðstjóri á tí danska Se og Hør, hann tók við eftir Henrik Qvortrup, sum gavst í november 2008, tá hann gjørdist politiskur viðmerkjari og ritstjóri á TV2.[2] Í apríl 2014 gjørdist Se og Hør partur av einari miðlagølu í Danmark, har ið blaðið varð ákært fyri at nýta upplýsingar ið vóru fingnir til vega á ólógligan hátt, eitt nú við at rinda fyri upplýsingar um nýtsluna av gjaldskortum hjá kendum fólkum og upplýsingar um flogferðir teirra og annað líknandi.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Recorded statement of circulation at Dansk Oplagskontrol (pdf)
  2. Kim Bretov, "SE og HØR: Ny chefredaktør", Se og Hør, 2 June 2009
  3. Greenslade, Roy (1 May 2014). "Danish magazine at the centre of a phone hacking-style scandal". The Guardian (bloggur). http://www.theguardian.com/media/greenslade/2014/may/01/denmark-magazines.