Sakarias

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Michelangelo Buonarroti 031.jpg

Sakarias (hebráiskt navn, ið merkir: "Guð hevur minst til mín") var prestur, og einaferð meðan hann gjørdi prestatænastu í templinum kom ein eingil (Gabriel) til hansara og segði: "Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Áðrenn tey fingu Jóhannes, sá tað svart út hjá teimum, tí at Elisabet kundi ikki fáa børn, og bæði vóru tey komin væl til aldurs.

"Hvussu skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs?" spurdi Sakarias. Eingilin svaraði honum og segði: "Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guds, og eg eri sendur út at bera tær hesi gleðiboðini. Tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, afturfyri at tú trúði ikkki orðum mínum". Tey, sum sótu uttanfyri og bíðaðu, meðan Sakarias var inni í templinum, ótolnaðust, og tey skiltu ikki, at Sakarias var so leingi í templinum. Tá ið hann kom út aftur, fekk hann ikki talað, men gjørdi tekin í staðin at lýsa signingina. Tá skiltu tey, at hann mundi havt eina sjón, og tey undraðust.

Sonurin, sum eingilin hevði boðað Sakariasi frá, var nú komin. Grannar og frændur komu at vitja og gleðast saman við teimum. Átta dagar eftir tað, at barnið var føtt, komu teir at umskera barnið og geva tí navn. Teir ætlaðu, at tað skuldi eita Sakarias eftir faðir sínum; men Elisabet segði: "Hann skal eita Jóhannes". Hetta hildu teir vera løgið, tí eingin í ættini æt Jóhannes. Teir spurdu Sakarias, hvussu hann vildi barnið skuldi eita. Sakarias gjørdi tekin at fáa eina talvu, og tá ið hann fekk talvuna, skrivaði hann: "Jóhannes er navn hansara". Í somu stund fekk Sakarias málið aftur, og hann lovaði Gudi.