SS Westerbeek

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Westerbeek siglir á land sunnan fyri Lopranseiðið og søkkur millum 4 sker og land

Westerbeek var ein hollendskur eysturindiafari, sum 2. september 1742 á veg til Hollands kom í tætta toku í Atlantshavinum og fór av kós. Westerbeek sigldi á land sunnan fyri Lopranseiðið, Suðuroy. Tað var tá í tíðini neyðugt at síggja sólina ella stjørnurnar fyri at kunna staðfesta hvussu norðaliga ella sunnaliga ein var staddur, men Westerbeek sá ikki sólina í 11 dagar, og tí visti skiparin ikki hvar hann var staddur, tá teir sigldu á land. Skipið gjørdist vrak. Hetta var 6. ferðin hjá Westerbeek til Eysturindia.

Westerbeek var 650 tons til støddar og bygt í 1722 í Hollandi. Tað var 145 føtir langt og hevði tvey dekk.

Á hesari ferðini heim var skiparin Herman Schutte ("Hermanus Schutten"). Í lastini var vanliga te, kaffi, pipar og onnur kryddaríir. Ferðin til Eysturindia kundi taka upp til eitt heilt ár, og skipini vóru ofta fleiri ár burturi, áðrenn tey komu heim aftur.

Tann 2. september 1742 um hálvgum ellivu tíðina á kvøldi siglir Westerbeek á land sunnan fyri Lopranseiðið og søkkur millum 4 sker og land. 10 av manningini komu ikki úr koyggjuni, av tí at teir vóru so sjúkir, tríggir vóru deyðir á ferðini og jarðaðir í sjónum. 81 av manningini bjargaðu sær í land á undurfullan hátt, men ein av teimum fall í berginum og doyði, sostatt komu 80 livandi frá vanlukkuni. Teir 80 vórðu fluttir til Havnar í smábátum, og tað tók fleiri dagar. Í Skúvoy vórðu teir illa móttiknir og sendir avstað til Sands, har teir vórðu væl móttiknir. Úr Skálavík heldur leiðin til Kirkjubøar, men har var sum í Skúvoy, teir vórðu settir í bátarnar kaldir og svangir og førdir til Havnar uttan at fáa vátt ella turt.

Í Havn lógu tvey skip klár at fara til Danmarkar, og ætlanin var at øll manningin skuldi fara við hesum skipum av landinum, men skipararnir noktaðu at taka so nógvar sjómenn umborð, men 10 sluppu avstað, meðan hinir 70 vóru eftir í Føroyum allan veturin.

Nógvar søgur hava gingið á mannamunni um hesar menn, at teir fingu børn í Føroyum, og at nakrir av teimum vóru eftir í Føroyum, men her eru eingi prógv. Tó stendur fast, at ein av manningini Joseph Gervording var eftir og giftist við fútadóttrini Marionnu, hesin Gervording fekk trý børn í Føroyum, men eingin av hesum fingu børn. Síðan er tað ein gift kona sum tænir í Lamba, hon fær tvillingar við einum av manningini, men tey doyggja øll trý í skalvalopinum norðuri í Gerðum í Klaksvík í 1745.

Og at enda er tað ein genta í Vágum, sum fær eina gentu við Berent Schouten, timburmanni á Westerbeek. Henda dótturin fær navnið Sunneva Berntsdatter, og eftir hana eru nógvir eftirkomarar, og teir eru teir einastu skrásettu eftirkomararnir í Føroyum frá Westerbeek.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]