Sýriskur fílur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Sýriskur fílur
Mosaikkmynd av fíli ið leypir á stóran køtt, frá rómerska provinsinum Sýria
Mosaikkmynd av fíli ið leypir á stóran køtt, frá rómerska provinsinum Sýria
Conservation status
Status none EX.svg
Extinct
Varðveitingarstøða
Útdeytt (Uml. ár 100 f.kr.)
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Proboscidea
Ætt: Elephantidae
Slekt: Elephas
Linnaeus, 1758
Slag: E. maximus
Undirslag: E. maximus asurus

Sýriskur fílur (latín Elephas maximus asurus) , er eitt útdeytt undirslag av asiatiskum fíli.

Beinagrindir av Elephas maximus asurus eru funnar í Miðeystri í Turkalandi, Sýria og Irak, stavandi frá tíðarskeiðnum 3 mill. f.kr. til ár 100 f.kr.

Fornaldar sýriskir handverkarar skóru lutir úr fílabeini av sýriskum fíli. Framleiðslan var í hæddini í fyrstu øld f.kr., tá aramæar framleiddu stórfingin innløgd prýði úr fílabeini til møblar. Henda ovurveiða av sýriskum fílum eftir fílabeini elvdi til endaligu týningina av slagnum.

Útsjónd[rætta | rætta wikitekst]

Sýriskur fílur var eitt tað størsta undirslagið av asiatiskum fíli, ið yvirlivdi upp til søguliga tíð, 3,5 m ella meir til hæddar. Funnar beinagrindir sýna at slagið líktiskt ikki nógv frá indiska slagnum burtursæð frá støddini.

Útbreiðsla[rætta | rætta wikitekst]

Sýriskur fílur var tað vestara undirslagið av asiatiskum fíli, útbreiðsluøkið rakk frá Sýria til Iran.

Orðadráttur[rætta | rætta wikitekst]

"Sýriskir" fílar verða ofta nevndir í Hellenistiskari søgu; tí seleukidisku kongarnir, ið høvdu nógvar krígsfílar, ráddu fyri borgum í Sýria í hesum tíðarskeiði. Summi halda at hesir krígsfílar vóru indiskir fílar (E. m. indicus), ið vórðu útvegaðir av seleukidiskum kongum við teirra hertøkum í eystri. Tað er váttað av fornum keldum so sum Strabo og Polybius at seleukidisku kongarnir Seleucus I og Antiochus III høvdu stórar fjøldir av innfluttum indiskum fílum. Spurningurin, hvørt hesir indisku fílar vóru innfluttir tí at talið av heimligu sýrisku fílunum var farið at minka, ella tí at indisku fílarnir vóru lættari at temja og venja, stendur ósvaraður.

Hannibal hevði ein fíl nevndur "Surus"; hetta nevni kundi týtt "hin sýriski". Hesin var kendur sum hansara besti og stórsti fílur. Í so fall kann hesin fílur hava verið av seleukidiskum uppruna, men tað verður bara til gitingar um hann var sýriskur ella indiskur. (Annars vóru vanligu krígsfílarnir hjá Karthagomonnum teir smærru norðurafrikansku fílarnir [Loxodonta africana pharaoensis], eitt undirslag av afrikanskum runnafílum ið eisini er útdeytt.)

Leinki úteftir[rætta | rætta wikitekst]