Sýldur drunnhvíti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sýldur drunnhvíti

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Procellariiformes
Ætt: Hydrobatidae
Slekt: Oceanodroma
Slag: O. leucorhoa
Sýldur drunnhvíti

Sýldi drunnhvíti (frøðiheiti - Oceanodroma leucorhoa) líkist hinum vanliga, men kennist væl frá honum, tí at hann er góðan mun størri og hevur djúpa sýling aftan í velinum. Á veingjunum er hann meira gráligur. Eingin veit hann eiga aðrastaðni í Føroyum uttan á Mykinesi og Mykineshólmi, og tað er stutt síðani, at menn vóru varir við hann har. Nú er hann nógvur, so hann má vera nørdur óføra skjótt, og tað letur til, at hin drunnhvítin otar seg undan honum, har hann kemur. Holur hansara eru langar og krókutar og oftast ringar at finna á, tí sítt gras hongur niður fyri inngongdina. Hann fer ikki út, fyrr enn hálvaskýmt er, og er eisini seinur heim á morgni. Dúnungin er svartur. Bæði hann og hin vanligi drunnhvítin liva mestu tíðina á árinum úti á víðum havi, og hvør er treystari og fimari enn annar í flognum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið