Súsanna Skylv Sørensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Súsanna Skylv Sørensen (fødd í 1979) er føroysk ítróttakvinna. Hon íðkar m.a. triatlon, duatlon, renning, rógving og súkkling. Hon vann FM í triatlon í 2008; svomið varð 1500 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar. Hon gjørdist danmarksmeistari í DM lang triatlon í 2009.[1] Tað hendi tað løgna, at tey, sum skipaðu fyri kappingini, ikki vóru klár yvir, at Súsanna hevði danskt pass, og tí kundi luttaka í DM kappingini; ein onnur, sum var eitt minutt seinni enn Súsanna, hevði í eini samrøðu við onkran fjølmiðil, tá tey funnu útav, at Súsanna hevði danskt pass og tí var vinnari av kappingini.[2] Í 2006 rói Súsanna 2000 metrar inniróður fyri Róðrarfelagið Knørrur, har hon kappaðist við Katrina Olsen. Katrin vann við tíðini 7:21.3, Súsanna gjørdist nummar tvey við tíðini 7:31.5.[3] Í 2007 luttók hon í Scandinavian Open rógvikapping,hon gjørdist nr. 3 av 5 við tíðini 7:18.2, hon vann sostatt bronsu.[4]

Oyggjaleikir[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2009[rætta | rætta wikitekst]

Í 2009 luttók Súsanna í Oyggjaleikunum á Álandi. Hon rann 10.000 metrar og vann silvur við tíðini 37.59.33. Hon rann eisini hálvt maraton, har gjørdist hon nummar 5.[5]

Oyggjaleikir 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Bronsu í súkkling, einkultstarti.[6]

Oyggjaleikir 2019[rætta | rætta wikitekst]

Í juli 2019 luttók hon á Oyggjaleikunum í Gibraltar. Fyrsta kappingardagin hevði hon vunnið gull í triatlon. Hetta var fyrsta føroyska gullmerkið á oyggjaleikunum 2019.[7][8][9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Dtrif.dk
  2. Vejleamtsfolkeblad.dk, Forkert vinder udråbt
  3. "Ergometertider.dk". http://www.ergometertider.dk/?page=results&loeb=485. Heintað 2012-06-19. 
  4. Drekin.fo[deyð leinkja]
  5. Alandrasults2009.com
  6. "in.fo, Oyggjaleikir: Súkklarar vunnið tvey heiðursmerki". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=320&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=f85540c916e2cb348f8f7fbc2fdce018. Heintað 2013-07-16. 
  7. Súsanna Skylv vinnur GULL í triathlon á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019, youtube.com
  8. Medal Winners, gibraltar2019results.com
  9. Súsanna vann fyrsta gullmerkið Archived 2019-07-07 at the Wayback Machine, in.fo, 7. juli 2019