Súni Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Súni Olsen í 2012

Súni Olsen (føddur 7. mars 1981) er ein føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum í løtuni (2012) spælir við B36 og á føroyska A-landsliðnum.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Á ungdómsárum spældi hann við GÍ. Í 2001-02 spældi hann við Niðurlendska PEC Zwolle. Frá 2002 til 2005 spældi hann aftur við GÍ. Frá 2005 til 2007 spældi hann við danska felagnum AaB. Í 2008 spældi hann fyrst við Viborg FF og síðan við B36. Í 2009-2010 spældi hann við Víkingi. Síðan 2011 hevur hann spælt við B36. Hann hevur til nú (12. sep. 2012) spælt 46 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað 4 (?) mál fyri landsliðið (Football.fo sigur 3 mál, enska Wikipedia sigur 4 mál).[1]

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

# Dagur Vøllur Mótstøðulið Stig Úrslit Kapping
1 10. september 2003 Svangaskarð, Toftir  Litava 1-1 1-3 UEFA Euro 2004 innleiðandi
2 4. juni 2008 A. Le Coq Arena, Tallinn, Estland  Estland 3-3 3-4 Vinardystur
3 22. mars 2009 Kópavogur, Ísland  Ísland 1-0 2-1 Vinardystur
4 9. september 2009 Svangaskarð, Toftir  Litava 1-0 2-1 2010 FIFA World Cup innleiðandi

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Football.fo, Landsliðsleikarar 1988 - 2012